Mahatma Gandhi segði einaferð “The best way to find yourself is to lose yourself in the service of others.” (Besti hátturin at finna teg sjálvan er at missa teg sjálvan burtur í tænastu til onnur).

 

At gera mun, vera til nyttu ella vera ein hjálp ella stuðul hjá einum øðrum menniskja, er í ymiskum samanhangum mett at vera ein av orsøkunum til vælveruna hjá okkum.

 

Kenslan av at gera mun, gevur í mínari verð, lívinum størri meining. Á sama hátt sum tað hevur týdning at hoyra til, at megna og at vera sjálvbjargin, hevur hendan kenslan av at kunna vera til gagns ella hjálpa øðrum og vera til nyttu týdning fyri menniskja.

 

Í dagliga arbeiðinum sum námsfrøðingur, hevur tað tískil týdning at arbeitt verður miðvíst við, at tryggja, at øll børn hava ella varðveita kensluna av, at tey kunnu gera mun. Hetta er eitt sera einfalt hugtak. Tað snýr seg ikki um at loysa allar trupulleikar hjá einum øðrum menniskja, men tað kann verða okkurt so einfalt, sum eitt smíl í tí røttu løtuni.

 

Eitt tað besta við at búgva í Føroyum er, kenslan av at “eg kann gera mun”. Hetta er í stóran mun orsøkin til, at eg velja at vera verandi. 

At tað er so mikið stutt millum “valdsharran” (politikkaran) og meg gevur mær tann tryggleika, at til ber, at ávirka tær avgerðir, sum vera tiknar. Kósin er kanska skeiv í løtuni - við kommunusamanleggingum tykist avstandurin millum borgaran og politikkaran at økjast, og samstundis gerst tað minni týðuligt, hvussu løgtingið og landsstýri tekur avgerðirnar. Her hevði tað verið betur um tað var meira gjøgnumskygd, hvussu avgerðir blivu tiknar. Hetta hevði viðført, at vit borgarar, høvdu størri forstáilsi og innlit í avgerðunum.

 

Eg havi einki móti at gjalda skatt til eitt samfelag, um peningurin bleiv nýttur til skilagóðar íløgur, íløgur sum hjálpa borgaran í samfelagnum, sum eg eri partur av. 

 

Hetta hevur tó ikki verði týðuligt seinastu árini. Hesi árini tykist tað meira og meira, sum um eg skal gjalda fyri, at onnur - annars vælbjargað, skulu sleppa undan. Hetta niður lagar felagsskapin, sum eitt samfelag annars er. 

Eg hevði væl tíma at goldið meira um heilsuverk, børn, ung og tey eldru fingu betur kor. At veita skattalættar fyri síðani at pína hesi, gevur als ikki meining. 

 

 

Vit vera glaðari um vit sleppa, at gera mun.