Tað verður oftani ført fram at tað hevur stóran týdning, at byrjunar undirvísing í lesing, skriving og rokning byrjar tíðliga í lívinum hjá barninum. Samstundis sum týdningurin av at barnið skal byrja innskúlingina fyrr.

 

Hesi argumentini føra, sum oftast, til at stovnað vera forskúlar.

 

Granskarar eru tó, í stórum meiriluta, ið siga at soleiðis hongur læring ikki saman og at byrja fyrr kann gera óbótiligan skaða á lærutilgongdini hjá barninum.

 

Ført verður fram ,at meira leik og læring er rætta kósin, men lærugranskarar, sum Peter Gray, siga at í tí løtu vaksin avgerða innihaldi og stýra einum spæli er tað ikki longur spæl.

 

Hann vísir á at samfeløg avmarka meira og meira spæli møguleikar hjá børnum og hevur hetta stórar og avleiðingar fyri tey og fyri samfeløgini. Millum annað tí mangulin fremur angist, tunglyndi, sjálvmorð, sjálvsøkni og missin av skapanarevni. Sí grein um evni her.

Created: 07 January 2015

AcyMailing Module