Captain Fantastic í Havnar Bio 11/9 kl. 20.00


Gott kvøld, hetta er ein stuttlig avbjóðing at “innleiða” ein film. 

Eg havi lisið meg fram til, at hetta er ein søga um uppaling, um at veksa til og hvørjar raðfestingar hava týdning at gera í lívinum.

Við støði í einari familju, ið er flutt út í útjaðaran, ella útum tað og royna at liva av tí jørðin og umhvørvið letur, nertir filmurin við ymisk evni. Onkur meira ella minni kend í føroyum.

 

Eitt hugtak Free Range Children/education ella unschooling, er kent í USA - her heima kenna vit ikki nógv til evnið. Og tó okkurt hevur verði rundan um “heimaundirvísing”.

Í USA, har hendan søgan gongur fyri seg, er tað tó eitt meira kent hugtak og hoyrir tað eisini til tað amerikansku mentanina. Her er tað millum annað spurningurin um hvat ella hví ein útbúgving er - hvat skal staturin avgera í mun til hvat hevur týdning fyri útbúgvingina av komandi ættarliðunum. Og um tann alment stýrda útbúgvingin ikki eisini stýrir hvat vit halda hevur týdning.

 

Filmurin snýr seg eisini um “Frælsið frá tí stýrda statinum”. Men, sjálvt um filmurin tekur upp teir stóru “amerikansku” frælsis spurningarnar, ið vit kunnu halda vera eitt sindur plattar til tíðir - so eiga vit, at kunna læra ymiskt av hesum. Tí at seta spurningartekin við, hví samfelagið er skrúva saman, sum tað nú er, er altíð sunt.

 

Filmurin nertir við uppaling og hvørjar “førleikar” og virðir vit eiga at leggja í børn. Hetta eru spurningar vit eiga afturvendandi at spyrja okkum sjálvi. Tí tað hevur týdning.  Søgan snýr seg í stóran mun um ein pápa, ið framhaldandi roynir at liva upp til sínar skyldur, sum foreldur, umframt at liva eftir egnu sannføring.

 

Onnur evni sum eisini eru í filminum eru Kapitalisma ella materialisma, har alt verður gjørt við tí fyri eyga at gerast ríkari, kontra eina mynd av tí frælsa samfelagnum har livað verður soleiðis at tú tekur tað ið tær tørvar, livir av tí sum er í nánd og ikki leggur inn undir teg.

 

Alt í alt, ein filmur, ið setur spurningar við hví alt er sum tað er - og um hetta er nú tað rætta. Hava vit fingið so stóran skund at hálsfevna framburðin og framdriftina í samfelagnum at vit gloyma hví vit vilja hava framburðin. Tí í síðsta enda vilja vit hava at børn okkara koma væl undan og hava eina góða og sunna framtíð.

 

 

Ger so væl - vónandi njóta tit filmin og takk fyri meg.