Góðu limir í Føroya Pedagogfelag

 

Eg vendi mær til tykkara, tí eg biði um tykkara stuðul til komandi formansval í Føroya Pedagogfelag.

 

Fyri framman eru nógvar stórar avbjóðingar hjá Pedagogfelagnum. Vit kunnu velja, at bert royna at verja borg, ella vit kunnu velja at seta kósina.

 

Dagstovnaøki, vøggustovur, barnagarðar og frítíðarskúlar standa við stórum avbjóðingum. Ikki minst nú eldraøki eisini er vorið kommunalt. Hetta merkir at dagstovnaøki skal kappast við eldraøki um pengarnar, flestu kommunur halda longu at tey brúka “ov” nógvar pengar uppá dagstovnarnar. 

Um vit ikki skulu missa í hesari kapping er neyðugt at víst verður á týdningin av einari góðari og væl virkandi tænastu. Pedagogfelagið eigur at ganga á odda í hesum og vil eg syrgja fyri at eitt námsfrøðiligt ráð verður stovnsett, at ein fakligur áhugabólkur framleiðir tilfar um “tað góða vøggustovu, barnagarðs og frítíðarskúla lívið”. Vit vita hvat krevst fyri at veita eina góða byrjan uppá lívið - sjálvandi skulu vit siga myndugleikunum hvat krevst og ikki bara lata onnur siga hvat vit skulu. Avgerðirnar mugu grundast í okkara veruleika.

 

Almannaverki hevur nú, somuleiðis ein gyltan møguleika at seta fokus á teirra øki - við at eldraøki er flutt, eigur meira rúm at vera fyri tí námsfrøðiliga virkisøkinum. Eisini her eiga vit, at seta áhugabólk, at siga hvat skal til fyri at námsfrøðiligu málsetningarnir hjá Almannaverkinum kunnu røkkast.

 

Í stuttum, tveir áhugabólkar (ráð) at veita ráðgeving og vegleiðing í mun til tiltøk hjá landi og kommunum. 

 

Lønarliga eri eg av tí fatan, at lønirnar eru ov lágar. Námsfrøðingar eiga sjálvandi at vera løntir sum onnur við bacholor útbúgvingum. Hjálparfólk eiga ikki at vera verri lønt enn vanliga arbeiðsfólki á einum flakavirki. Eftirlønir eiga sjálvandi at vera minst 15% fyri øll.

 

Við mær sum formann, fáa tit ein sum arbeiðir strategiskt. Ikki alt í senn - men miðvíst.

 

Vónandi fái eg tykkara stuðul.

 

Jógvan Philbrow

 

 

Okkurt at spyrja um? This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. 

in Greinar
Created: 25 February 2015