Føroya Pedagogfelag hevur leingi haft ynski um ein útbúgvingargrunn, bæði fyri land og kommunur. 

Hetta ynski kemur ikki av ongum og er orsøkin heilt einføld, at tað er ymiskt hvussu nógv ymisku arbeiðsgevararnir seta av til førleikamenning, eftir- ella víðariútbúgving.



 

Ein útbúgvingargrunnur hevði tískil veri ein upplagdur møguleiki hjá arbeiðsgevarum at styrkt um hesi viðurskifti, til frama fyri bæði arbeiðstakara og arbeiðsgevara. 

 

Danska skipanin byggir á, at grunnurin stuðlar upp til 25.000 kr. av útreiðslunum sum eru í samband við, at starvsfólk skulu førleikamennast, eftir- ella víðariútbúgvast, meðan einstaki stovnurin skal rinda minst 20% av kostnaðinum.

 

Sí avtaluna á http://www.denkommunalekompetencefond.dk

 

Sjálvandi eigur sami møguleiki at vera í Føroyum, har starvsfólk eru sera ymiskt stillaði, serliga í mun til útboð, men eisini í mun til atgongd.

in Greinar
Created: 23 August 2016