Vit mugu minnast til, at tá vit royna at fáa meira fyri minni, kann úrslitið gerast tað øvugta.



 

Kom fram á eitt tilmæli frá “Sundhedsstyrelsen” nú ein dagin. Hetta var eitt rørslutilmæli til tey 0 til 4 ára gomlu. Í stuttum sigur tilmælið, at 0 - 4 ára gomul skulu avmarkast í síni tíð framman fyri "skíggjan" og skulu eggjast til at dansa, grulva, hoppa, reiggja, klintra, renna, svimja, súkkla ella íðka aðra rørslur. Børn undir árið eiga at liggja á búkinum so nógv, sum gjørligt, meðan tey eru vakin. Fyri øll hesi er galdandi, at tey skulu sleppa at røra seg frítt og ymiskt gjøgnum allan dagin, og ikki sita í há-stólum ella liggja niðri meira enn hægst neyðugt. Hetta er tikið úr grein á sundhedsstyrelsen.dk, frá 27. januar 2016. Hetta fylgir einum líknandi tilmæli um tey 4-17 ára gomlu.

At tað yvirhøvur er neyðugt hjá “Sundhedsstyrelsen” at koma við einari slíkari tilráðing, boðar frá einum sera broyttum samfelagi. Tær rørslur, ið kanska vóru meira vanligar, áðrenn bæði bilar og skíggjar gjørdust partar av gerandisdegnum, skulu nú ásetast í tilmælum frá myndugleikunum.

Tað løgna er tó, at tíðarandin hevur hug at mótarbeiða “rørslum”. Tey vaksnu hava skund og samfelagið er innrættað soleiðis, at flest øll mugu nýta bil fyri at koma aftur í fram upp á stutta tíð. Samstundis er eitt rák, ið eggjar námsfrøðingum og øðrum at stýra gerandisdegnum hjá barninum í størri mun enn áður. Har námsfrøðingurin í størri mun áttið at roynt at tryggjað, at barnið var í einum góðum og stimbrandi umhvørvi, hevur námsfrøðingurin í dag eina meira “leiðandi” uppgávu.

Fleiri staðni eru barnagarðarnir longu undir trýsti at vera meira leiðandi í mun til, at børnini skulu gerast skúlabúgvin - hvat tað so enn merkir - og samstundis er eitt øgiligt trýst á skúlarnar at venja næmingarnar í royndum, bókstavum og tølum. Tað undrunarverda er, at tey sum leggja trýst á námsfrøðingar og lærarar, ikki eru serfrøðingarnir innan økið, men henda hugsan kemur serliga frá umsitarum av ymiskum skipanum, og tankin er sprottin úr “meir fyri minni” hugsan.

Í fleiri førum tykist tað, sum ávirkar hetta trýstið soleiðis, at børnini fáa ein minni kropsliga aktivan dag - við uppaftur færri rørslum. Beint móti øllum tilmælum og vitan innan økið. Hetta samstundis sum vit vita, at vantandi rørsla er við at gerast ein fólkaheilsutrupulleiki. 

Vit vita, at tað er trupult hjá familjunum at loysa hesa uppgávu í gerandisdegnum, og tí áleggur tað barnagørðunum, frítíðarskúlum og skúlum ein eyka ábyrgd at fáa borið soleiðis í bandi, at rørslur verða tiknar við í gerandisdagin.

Kommunurnar mugu syrgja fyri, at har sum børnini eru, eru eisini umstøður at røra seg. Sum ymiskir granskarar hava víst á, so er tað gjøgnum kroppin og rørslur, at børn læra lættast um lívið og lívsins viðurskifti.

Vit mugu minnast til, at tá vit royna at fáa meira fyri minni, kann úrslitið gerast tað øvugta.