Forskúlakunngerðin, eitt framstig fyri hvønn?

 

28. august 2013 kl. 21.28
 

Spurningurin í yvirskriftini er settur, tí formaðurin í Lærarafelagnum í Skúlablaðnum sigur, at forskúlakunngerðin er eitt framstig.

Og svarið upp á spurningin er einfalt: tað er eitt framstig fyri lærarar, tí nú fáa teir fleiri starvsmøguleikar (í fyrstu syftu sleppa teir at taka sær av børnunum frá seks árs aldri og til 10. flokk), og kunnu tí eisini biðja um fleiri eftirútbúgvingartilboð, tí teir nú skulu skúlast til eina nýggja uppgávu.
Tá lærarafelagið tykist endiliga vilja gera forskúlamálið til eitt stríð millum fakfeløg – so er kanska hóskiligt at koma alment út við illgrunanum, ella skulu vit sum námsfrøðingar bara góðtaka at vera niðurgjørd ferð eftir ferð? 

Hetta snýr seg helst bert um fleiri størv til lærarar, tí fleiri – og ikki bert eg – hava ført fram, at tað er sera tunt við fakligum argumentum fyri at stovna forskúlar.

Lærarafelagsformaðurin talar um forskúlan sum eina brúgv millum barnagarð og skúla – hevði tað ikki veri skilabetri at tillaga fyrstu skúlaárini í mun til tær hugsanirnar? Har kunnu saktans vera nógvir námsfrøðingar, ið hava hug at hjálpa við tí.

Seinast í greinini hjá formanninum í lærarafelagnum – greinin ber heitið “Forskúlakunngerðin er eitt framstig” – sýnir hann ein heldur keðiligan hugburð móti námsfrøðingum, tí hann sýnist ikki at vita, at vit eru útbúnir til at taka okkum av júst hesum aldursbólkinum, og fyri barnagarðsøkið er kunngerðin tí eitt afturstig.

Síðani talar hann um at geva forskúlanum tað rætta innihaldið, og at tað til tað krevst, at lærarar eru skúlaðir til forskúla. Bara til tað er at siga, at hetta ljóðar sum ein undarligur tørvur, sum brádliga nú uppstendur. Skal nú samfelagið í gongd við at útbúgva lærarar til eina uppgávu, sum longu verður røkt av námsfrøðingum, ið eru útbúnir til akkurát hetta?

Lat nú tey, sum eru skúlaði til børnini í hesum aldrinum, nevniliga námsfrøðingarnir, taka sær av teimum – námsfrøðingar hava heldur ikki brúk fyri serligari eyka skúling fyri at megna at gera teirra arbeiði.

Created: 09 April 2014

AcyMailing Module