Latið fakliga vitan og royndir tala

 

28. Januar 2014 kl. 00.06
 

Eg havi fingið boðskapin við: Um tú ikki heldur, at forskúlar eru skilagóðir, skalt tú tiga, tí annars er tað at niðurgerða fólkini, sum arbeiða har og allar lærarar yvirhøvur.

Ella hetta tykist í øllum førum vera boðskapurin í grein hjá formanninum í Føroya Lærarafelag í Skúlablaðnum.


Lat meg so bara siga tað, sum tað er, mín “mótstøða” móti forskúlum er ikki ein hatursferð ella ætlað sum ein niðurgerð av lærarum ella teimum fáu námsfrøðingunum, ið arbeiða innan hetta virkissøki.
Tað kann vera, at formaðurin í Lærarafelagnum heldur, at eg eri serligur, sum hann nevndi í eini av  teimum fyrru útgávunum av greinini á heimasíðu Skúlablaðsins, og tað kann vera, at tað er serligt at vilja hava eitt kjak, og at vilja, at skipanir, ið ætlanin er at byggja upp til at styrkja ella fremja læringina hjá okkara børnum, verða bygdar á vísindaligar kanningar um, hvat virkar, og hvat ikki virkar.


Tað er langt úti, at Mentamálaráði sum avarandi myndugleiki ikki tekur í egnan barm og tryggjar, at tað verður gjørt við skili og við granskingini innan økið í huganum, tá skipaninar, sum eru til fyri børnini, skulu broytast.


Men, eg eri helst góðtrúgvin, tí eg havi sjálvandi gingið út frá, at saklig og fakliga grundað atlit eiga at vinna á løtuhugsan.


Jú, vit hava nakrar søðukanningar ella líknandi, sum siga, at um tú venur ávísar førleikar, so verða teir styrktir.


Tað sigur seg í flestu førum sjálvt, at hetta eigur at vera úrslitið, men tá tað kemur til lesiførleikar og aðra innlæring, so siga størri kanningar, ið røkka longur fram í tíðina enn bara at máta tey allar fyrstu skúlaárini, at førleikar, sum eitt barn lærir áðrenn 7 árs aldur, verða javnaðir út í mun til tey, sum ikki fáa undirvísing, fyrr enn tey er 7, sum vanligt hevur verið í Føroyum.


Kanningarnar visa eisini, at tey, sum eru byrjað í skúla fyrr, eru í størri vanda fyri at missa hugin at ganga í skúla og at lesa. Og er tað nú tað, sum vit vilja fremja?


Sjálvur haldi eg ikki, at tað eiga at vera hvørki námsfrøðingar ella lærarar, ið skulu siga, hvussu skipanin um børnini eigur at verða skrúvað saman. Hetta er ein spurningur, sum eigur at vera loystur av fólki, ið hava skil fyri at gera góðar læruskipanir.


Námsfrøðingar og lærarir eru góðir til at loysa sínar uppgávur innan hesar læruskipanir, men ikki til at gera tær. Tað er í hesum sambandinum, at eg havi roynt at víst á ymiskar granskarar innan læring, sálarfrøði og námsfrøði, ið hava gjørt royndir og kannað, hvussu vit best kunnu fremja eitt stimbrandi umhvørvi til børn og vaksin.


Eg havi áður víst til eina stóra kanning av allari tí ensku skúlaskipanini, undir heitinum “The Cambridge Primary Review”, har ein røð av enskum granskarum koma við nøkrum tilmælum til broytingar í ensku skúlaskipanina. Tíverri eru fáar slíkar kanningar gjørdar í heimshøpi, og ongin er gjørd í Føroyum. Tískil ber ikki til at taka støði beinleiðis í føroyskum tilfari.


Tí havi eg víst til Sir Ken Robinson, ið vísir á trupulleikar við verandi skipanum, har tað týðiliga sæst, at minni dentur verður lagdur á tey sokallaðu “kreativu” fakini og í grundini øll fak, ið ikki hava við lesing og rokning at gera.


Haldi, at vit kenna tað aftur frá okkara heimligu umstøðum, har akkurát tey fakini, sum hava við tað handaliga, ítróttarliga ella annað spæl og skapandi læring at gera, eru niðurraðfest, og fleiri og fleiri tímar vera lagdir til lesi-, skrivi- og roknifakini.


Typiskt eru tað bert teir lærarar, ið hava hesi fakini, sum eru glaðir fyri hesa gongdina.
Eisini havi eg víst til Peter Gray, ein amerikanskur sálarfrøðingur og spæligranskari, ið hevur nakrar líknandi atfinningar móti mátanum, ið okkara læruumhvørvi eru skipað eftir.


Hann heldur, at vit tykjast kvala hugin hjá børnum at læra, heldur enn at stimbra hann.


Umframt hesar báðar eru fleiri onnur, eisini norðurlendskir granskarar, ið seta spurnartekin við, hvussu vit skipa okkum í dag.


Tað undrar meg, at vit hava ein tørv á forskúlum, tá einasta frágreiðing um hetta tykist vera, at okkara tørvur sprettir úr vitanina um, at onnur hava teir, og tí skulu vit eisini.Eg veit, at fleiri námsfrøðingar og lærarar ikki halda nógv av slíkum skipanum – onkrar av teimum eru helst bygdar á onkrar fordómar og aðrar helst á onkrar sannleikar.


Men í roynd og veru eigur hetta ikki snúgva seg um, hvørt vit “trúgva”, at ein skipan er góð ella ring, men um at byggja á ta vitan, sum er á økinum. Og tá meini eg ikki vitan, sum byggir á eina “innanhýsis” støðumynd av verandi tilboðum, sum tað í føroyskum høpi ofta verður víst til – eingin vísindalig føroysk kanning er gjørd av økinum.


Tað kann væl vera, at eg veit ov lítið um fólkaskúlan, sum formaður Lærarafelagsins tykist halda, men mínar royndir og samskifti við lærarar sum heild bera meira brá av, at lærarar tykjast eitt sindur ørkymlaðir av at fáa fleiri uppgávur álagdar, samstundis sum skúlaumstøðurnar ikki verða lagaðar til nýggju krøvini. Tískil sita fleiri eftir við einari kenslu av ikki at røkka øllum børnunum á tann hátt, sum teir halda, børnini hava krav upp á.


Tað kann væl vera, at ein forskúlaskipan venur børnini betur at vera í skúlaumhvørvinum, men niðurstøðurnar í altjóða gransking siga, at tað er til skaða fyri læringina í longdini – og harvið til skaða fyri børnini – at koyra tey tíðliga í skúla.


Onkrir lærarar eru endurgivnir fyri at siga, at tað er lættari at taka móti fysta floks næmingum, ið hava veri í forskúla. Fyri meg er hetta bara eitt týðuligt tekin um, at størri orka og kanska fleiri resursir eiga at vera løgd í fyrstu skúlaárini, tí tað hevði helst givið betri úrslit og gjørt tað liviligari at vera lærari hjá teimum yngstu árgangunum.


Men alt hetta havi eg helst heldur ikki loyvi at hava eina meining um, tí eg eri ikki lærari og serliga ikki lesivegleiðari, og eg havi heldur ikki tí røttu, frelstu meiningina um forskúlar. Hinvegin tykist onki vera í vegin fyri, at tað bara er Fólkaskúlaráðið, ið hevur loyvi at gera niðurstøður um, hvussu arbeiðast skal í barnagørðunum.

Created: 16 April 2014

AcyMailing Module