Nógvir ósvaraðir spurningar um forskúlarnar

 

29. Januar 2014 kl. 12.40
 

Eg standi eftir við einari kenslu av, at forskúlaforsprákararnir ikki fyrihalda seg til kritikkin av forskúlaskipanunum.

 

Kanningar siga, at fyrr tú byrjar í skúla, jú er størri vandin fyri at tú missir hugin at ganga í skúla. Samstundis sum fakliga støðið verður útjavnað rættiliga væl, sammett við børn sum byrja seinni í skúla.Hvat gera okkara verandi forskúlar fyri at sleppa undan, at hetta eisini hendir hjá teimum?


Granskarar siga, at verandi skúlaskipanir hava lyndi at rana dirvið hjá børnum at gera royndir, tí tey verða bangin fyri at gera feilir og gerast minni “kreativ”. Hetta millum annað grundað á eina standardisering av skipanum við royndum við “røttum” og “skeivum” svørum.
Hvat gera okkara forskúlar fyri at sleppa undan, at hetta eisini hendir hjá teimum?
Royndirnar hjá teimum londunum, ið vit samanbera okkum við, siga, at forskúlaskipanir, sjálvt um tær byrja við at vera okkurt “annað” enn skúli, skjótt byrja at eftirlíkna og gerast líkir verandi skúlaskipanum.Hvat gera okkara forskúlaskipanir fyri at tryggja, at tað sama ikki hendir hjá teimum?
Hví hevur tað týdning at byrja fyrr í skúla, tá kanningar siga, at eingin fær fyrimun av tí?
Á hvønn hátt fáa føroysk forskúlabørn tá fyrimun, tá børn í øðrum londum við slíkum skipanum ikki fáa fyrimun?
Her er so nógv, sum vendir á høvdinum – bara tað, at onkur lýsing um forskúlan sigur, at endamálið er at gera børnini skúlabúgvin, vísir ein keðiligan hugburð mótvegis barninum. Sjálvandi eigur at miðast ímóti at gera skúlan barnabúgvin.
At kunngerðin, sum loyvir forskúlum, umtalar, at helvtin skal vera spæl og helvtin skal vera læring, ber eisini boð um eina sera stóra misskiljing, serliga av spælihugtakinum – tí spæl er ikki ein “andsøgn” til læring, men heldur eitt av amboðnum, ið børnini hava til at vera í verðini, at læra o.s.fr. Hetta uppbýti tykist vera gjørt fyri at rættvísgera forskúlan og kanska “behaga” okkum, sum finnast at.
Her eru nógvir spurningar, og so leingi, sum eingin yvirhøvur roynir at svara, ber illa til at taka undir við, at slíkar skipanir vera gjørdar. Vit hava skyldu at verja børnini frá “popputum” loysnum.
Eitt, sum vit bæði á barnagarðsøkinum og á skúlaøkinum eisini eiga at hava í huga, er, at vit taka meira og meira ræði á lívinum hjá børnunum. Vit avgera flestu ting í teirra tilveru, nær, hvar ella hvussu tey skulu spæla, eta, sova o.s.fr. Granskingin vísir eisini, at barnalívið er nógv broytt seinastu árini, og spurningurin er, hvussu vit í fakinum fyrihalda okkum til tann veruleikan, at stovnsgering av børnum ikki bert er av tí góða.
Vit, sum hava fakligu ella professionellu ábyrgdina av komandi ættarliðum, mugu vera tilvitað og hugsa um, hvussu vit kunnu minimera teir vansar, ið standast av okkara hátti at skipa tilveruna hjá okkara børnum.
Vit mugu tola, at spurningar eru og verða settir við okkara praksis, og vit mugu royna at svara upp á, hvussu vit loysa teir ymisku vandarnar, sum eru.
Serliga er tað ovasti myndugleiki á økinum, Mentamálaráðið, ið eigur at taka sær av øllum slíkum spurningum – hetta eru ikki lítlir ella lættir spurningar at loysa, og tá man so ikki eingongd vil viðurkenna, at trupulleikin er har, er torført at fáa nakað gjørt við hann. Onkur vildi kanska sagt, at tað er ábyrgdarleyst av ovastu myndugleikunum.

Created: 16 April 2014