27. February 2014 kl. 18.55
 

Havi hug at trýsta á pausu-knøttin. Tað tykist sum vit – samfelagið – bert skunda okkum og ikki geva okkum stundir at steðga á og geva tí vakra og góða rundan um okkum gætur. Anda frísku luftina niður í seg, steðga á og stinga fingurin niður í jørðina og spyrja – er tað nú so galið?

 

Tað er og hevur verið trúttað niður í okkum, at føroysku børnini duga ov illa hetta og hatta. Standurin er so ræðuligur, at tiltøk mugu setast í verk móti hesum og hasum, alt meðan støðugt meira verður kravt av okkara børnum og teirra stakkals foreldrum, ið næstan ikki megna at fylgja við. Ráð um alt millum himmal og jørð, um hvussu tú ikki skalt, um hvat tú skalt og so tað sosiala trýstið um at skula vera við í øllum teimum tilboðunum, børnini fáa boðið. Námsfrøðingar og lærarar vera send á skeið og eftirútbúgvingar fyri at gerast betur før fyri at standa seg í modernaða heiminum, og avbjóðingarnar bara vaksa. Alt við tí úrslitið at fleiri og fleiri børn, foreldur og starvsfólk kenna seg ikki at røkka.

Um hugt verður eftir talinum av fólki við hægri útbúgving, so tykjast tað verða støðugt fleiri, sum hava eina útbúgving. So spurningurin er, um áhaldandi søgan um, at føroyingar eru aftanfyri í mun til okkara grannalond, er ein sonn søga ella ikki. Stendur nú so illa til, at vit í heilum skulu kroysta alsamt meira niður í børnini?

Eitt er, at vanliga fatanin er, at føroyingar klára seg væl, bæði tá teir eru á hægri lærustovnum, og tá arbeiðsmegi er eftirspurd úti í heimi. Hetta í sær sjálvum átti at sagt, at støðan ikki er heilt so hættislig fyri øll í føroysku útbúgvingarskipanini. Tey flestu hava tað helst gott. Við hesum sigi eg als ikki, at vit røkka øllum.

Orsøkin til at eg skrivið hetta er, at tað tykist vera ein ráðandi hugburður, at børn og ung fáa ov lítið burturúr okkara útbúgvingarskipan, og at tað tí mugu fleiri evni og fleiri tímar til. Hetta er helst ikki eitt serføroyskt rák, men eisini eitt rák, sum er í flestu londunum í heiminum. 

Í Onglandi mælir ein fyrrverandi ráðgevi hjá konservativu stjórnini til at lækka skúlaaldurin niður í tvey ár. Í Noregi hevur eitt kjak nú verið um tvungnan barnagarð til tey fýra-finn ára gomlu – har fara tey í skúola, tá tey eru seks ár. Og í Danmark eru tey í gongd við heildagsskúla, har tey yngstu børnini ganga í skúla í 30 tímar um vikuna, tey elstu í 35 og onkur eitt sindur meira, havi eg skilt.

Flest allir granskarar eru samdir um, at gongdin í skúlahøpi ikki er heilt tann rætta. Tó ber ikki til at siga tað beinleiðis um Føroyar, tí vit hava onga serliga gransking á økinum.

Børnini hava tørv á nøkrum av teimum umstøðunum, ið tey høvdu, áðrenn alt bleiv so professionelt ella nútímansgjørt. Tað vil siga áðrenn skúlar, stovnar og frítíðarítriv fyltu allan dagin hjá børnunum.
Vit eru farin at hava stóran tørv á spæliplássum, tí vit hava gloymt ella geva ikki rúm fyri at ganga og spæla í náttúruni. Óslætt lendi er eitt næstan ókent fyribrygdi, alt er lagt undir betong ella asfalt.
Bara hetta er ein forðing fyri læringini hjá børnunum, tí í einum kroppi, ið ikki er í javnvág ella rørir seg nóg mikið, har hevur heilin verri við at hugsavna seg og læra.

Loysnin er ikki at lækka skúlaaldurin við forskúlum, ella meira serundirvísing, ella at seta skjól fyri børnini, so tey ikki verða órógvað av øðrum, ella geva teimum oyravernd, so tey ikki hoyra hini børnini – ella kanska geva teimum tablettir, ið minka um órógvina í kroppinum.
Nei loysnin er heldur at fara í hagan ella í fjøruna. 

 

Føstulávint er í hondum, og bara har ber til at síggja, hvussu ávirkanin á skapanarhugin ella hugflogið er vorðið. Meðan tað fyrr vóru alskyns grýlur, ið gingu og mólu millum húsini, síggast nú bert ein røð av spidermonnum og disneyprinsessum. 

 

Tá slíkt fremmant hevur so stóra ávirkan á hugflogið hjá børnunum, hvussu man tað so ikki ávirka alt annað? 

Vit hava eftirhondini fleiri føroyskar barnabøkur, men tykjast ikki at hava tikið hædd fyri, at bøkur í papírsformi ikki eru so áhugaverdar sum telduskíggjarnir og tann digitali heimurin. Sjálvt um barnasjónvarpið er økt til næstan ein tíma um dagin frá ongum í 1980-árunum, stendur tað slett ikki mát við floymin av útlenskum tilfarið. Føroyska tilfarið er fyri tað mesta gamlar endursendingar, ið kanska fanga ein brotpart av børnunum í einum stuttum tíðarbili í lívið teirra. Føroyskt barnatilfar til teldur og teldlar er mær vitandi ikki til. So kanska skuldu politikararnir við lóg stuðla menningini av føroyskum barnatilfari til slík tól, í staðin fyri at lóggeva um ABC.

Stóru barnabólkarnir, har børn høvdu møguleika at læra av hvørjum øðrum, eru stórt sæð burtur. Vit hava skipanir, við smølum aldursbólkum, og harvið avmarka vit møguleikarnar hjá teimum yngru at læra av teimum eldru, samstundis sum tey eldru missa møguleikan at læra av at skula hjálpa teimum yngru. 
Rákið og lógarverkið sigur, at vit, sum fáast við børn og ung, skulu vera rúmligari og meira inkluderandi, meðan vit í støðugt størri mun skipa tilboð, ið eru meira eksluderandi og einstáttað soleiðis, at vit bert røkka teimum fáu. Og síðani standa vit og undrast, nú alsamt fleiri kenna seg slept upp á fjall.

Vit vita, at nærverandi vaksin eru lykilin til góð læruumhvørvi, tað sigur seg sjálvt, umframt at fleiri granskarar eru farnir at leggja til merkis, at tann góði námsfrøðingurin ella lærarin er tann, ið megnar at skapa góðar og sterkar relasjónir til barnið. 

Men sum er skipa vit umhvørvið soleiðis, at tey vaksnu ikki hava stundir at síggja børnini, tí tey skulu renna runt og loysa alskyns uppgávur fyri at skjalprógva og tryggja, at málini, ið lógarverkið ella námsætlanirnar áseta, eru rokkin. 

Vit hava gloymt barnið í rokinum og hugsa meira og meira um námsætlanina og um at prógva, at vit hava gjøgnumført tað, sum vit skuldu - so kann onkur annar hava skyldina av, at barnið møguliga ikki lærdi tað, sum vit halda at barnið skuldi lært.

Eg haldi, at vit eiga at steðga á og endurskoða og umskipa okkara ”lærustovnar” soleiðis, at vit kunnu gera skipanir, ið gagna børnunum og harvið samfelagnum. Hetta eigur at vera okkara fremsta mál.
Vit kunnu renna skjótari og seta okkum alsamt bjartari mál, men so leingi vit ikki taka støði í barninum og tørvinum, ið tað hevur, so gera vit helst meira skaða enn gagn.