Eysturkommuna og 0-flokkur

Hvat er tað ið gongur fyri seg í Eysturkommunu? Ein arbeiðsbólkur, settur av kommununi, hevur uppskot um at seta ein 0-flokk á stovn. Hetta er partur av einari heildarætlan í umskipar teir báðar verandi skúlarnar í kommununi. 

Fyrst skal nevnast at ætlanin serliga ber brá av, at við umskipanini av báðum skúlunum, har ið annar skúlin skal taka sær av teimum eldru børnunum og hin taka sær av yngru børnunum, gongur kabalin ikki upp. Trupult er at býta teir 7 flokkarnar í 2 og fáa líka nógvar flokkar í báðum skúlunum. Ikki ber til at fara eftir 8 flokk, tí tey børnini ganga í Fuglafjarðar skúla. Tí kemur ein onnur loysn á borði - 0-flokkur. Soleiðis ber til at tryggja at báðir skúlarnir verða javnt býttir og kommunusamanleggingin er bjarga. 
Tað stendur mær púra greitt at hendan ætlanin á ongan hátt byggir á tankar um hvat veruliga er best fyri barni, tað kemur serliga til sjóndar í hesum brotinum úr álitinum:
”Verkætlanarbólkurin mælir til, at 0-flokkur verður settur á stovn í Eysturkommunu at byrja skúlaárið 2010/11. Tilmælið er grundað á royndirnar, ið aðrir skúlar hava gjørt á hesum økinum t.d. sankta Frans skúlin í Tórshavn og skúlabólkar runt um í landinum.
Mett verður at 0-flokkur megnar á fullgóðan hátt at tillaga næmingarundirvísingina, soleiðis at allir næmingar fáa eina lagaliga skúlabyrjan og samstundis verða skjótari skúlabúnir. Styrkta samstarvið millum námsfrøðing og lærara fyribyrgir eisini møguligum byrjunartrupulleikum”.
Her sæst týðuliga at eingin námsfrøðingur er hoyrdur ella hevur verið við í hesum arbeiði, hví? Kanska tí at ein námsfrøðingur hevði sett spurningin. Hvat er best fyri barni?
0-flokkur í Eysturkommunu tykist bert byggja á ætlanir um at nøkta tørvin hjá lærarunum í báðum skúlunum í kommununi.
Føroya Pedagogfelag hevur ikki avvíst "tankan" um forskúlar, felagið hevur sagt seg sinnaðan at fara inn í dialogin um, hvat er best fyri tey 6 ára gomlu børnini. 
Sum støðan nú er, eru longu skipaði viðurskifti á økinum - innan dagstovnar o.l. tí eigur ein framtíðarloysn ikki gera støðuna verri hjá teimum seks ára gomlu børnunum. Um hesin kommunali bólkurin hevur so ilt við at síggja hvat hendir, við teimum 6 ára gomlu á dagstovnunum, eru fleiri námsætlanir tøkar á alnótini. 
Tað ber ikki til, at grundin fyri at stovnseta ein “0-flokk” skal vera tí ein kommuna ætlar sær at fáa eina kabal at ganga upp ímillum tveir skúlar. 
Jógvan Philbrow
Nevndarlimur í Føroya Pedagogfelag

Created: 09 April 2014