Tá argumentini ikki halda

Far eftir bóltinum ikki manninum. Eg bleiv ikki sørt skakkur tá eg læs “frágreiðing um Skúlaspíran, heystið 2013” skrivað av Fríðfinni Johnsson, skúlastjóra í Leirvíkar skúla. “Frágreiðingin” var eitt langt álop á fólkini, ið hava ditta sær at sett spurnaðartekin við tað skilagóða í at fara undir forskúlavirksemi. Skiljið ikki, hvussu tað ber til púra at sleppa sær uttanum at royna at svara kritikkinum av skipanini, tí tað burdi ein slík frágreiðing eftir mínum tykki gjørt heldur enn at leggja eftir teimum, sum framvegis tora at seta spurnartekin við hetta virksemi. 

Men tað eru kanska altíð øll hini, sum ikki eru saklig.
Frágreiðingin er so fylt við gitingum og villum, at tað er torført at vita, úr hvørjum enda ella hvussu best er at viðgera frágreiðingina, ella um tað yvirhøvur loysir seg. Men tað er torført at lata vera, tá frágreiðingin er fongd við so nógvum fordómum og villum.
Um hugt verður eftir innihaldinum í frágreiðingina, tykist tað vera ein týðiligur hugburður, at “bert barni lærir at lesa, so er alt gott”.
Sjálvandi er skilagott og sera hent at duga at lesa, men tað er nú ikki svarið upp á allar lívsins spurningar. Tað er kanska her, ymiskar barnafatanir gera seg galdandi? Ella er tað kanska útbúgvingin sum námsfrøðingur, ið sigur mær, at “nei, tað er ikki lesiførleikin, sum er tað týdningarmiklasta, men evnini hjá barninum at vera trygt, hava eina skilagóða sjálvskenslu og álit á seg sjálvt, ið avgerð, hvørt tað er ført at fara í eina sunna relasjón við umheimin. Tað er í relasjónini (sambandinum) við onnur, at barnið mennist og lærir, og um hesi viðurskifti eru góð, so kann barnið læra, nær tað skal vera og um hvat sum helst. Les Peter Gray, Sir Ken Robinson, Erik Sigsgaard ella stórt sæð øll, sum fáast við gransking innan námsfrøði.
So uppgávan hjá okkum vaksnu er at styrkja og tryggja góðar og sunnar relasjónir við børn og millum børn. Tað má vera fundamentið, ið ein hvør skipan byggir á.
Sum eg lesið tað, vísir Fríðfinn til tvær keldur.

Ein kanning frá OECD er viðmerkt. Eg havi ikki sæð akkurát tí kanningina, hann sipar til, men vænti, at hon tekur støði í frágreiðingini frá OECD frá 2006, sum eitur “Starting Strong”.  Har verða “preschool”- ella rímiliga nýggja hugtakið “EduCare”-skipanir lýstar sum serliga góðar.
Tá OECD ger slíkar greiningar, er vert at hava í huga, at talan ikki bert er um “okkara” kendu skipanir, men at viðgjørdar verða ein røð av ymiskum skipanum. Tær skipanir, sum OECD heldur nógv av, eru nevnliga tær norðurlendsku barnagarðsskipaninar - har útbúnir námsfrøðingar eru settir at taka sær av børnunum, og har umsorgan og læra ganga hond í hond. Tað, sum er reglan meira enn undantakið í flest londum, er, at børn undir skúlaaldri ikki hava skipað ella lógarregulerað viðurskifti at liva undir. Tað vil siga, at tað er tilvildin sum ræður fyri, hvørt fólk hava útbúgving, ella hvørja útbúgving, talan er um, tá tey arbeiða við børnum.

Í stuttum kunnu kanningarnar, sum eg havi sæð hjá OECD,  siga okkum, at tað er betur at hava viðurskifti, sum eru skipað við høgum útbúgvingarkravi til starvsfólk og umhvørvi, heldur enn tað øvugta, har einki krav er um nakað, og alt er tilvildarligt.

Hin keldan, sum víst verður til, er Jørgen Frost og Annemette Lønnegaard, sum serliga viðgera lesiførleikar, tað vil siga ein sera smøl viðgerð. Allarhelst er hon væl brúkilig til skúlabýrjan, tó at hon helst ikki viðger tey kritikkpunkt, sum granskarar annars hava viðvíkjandi skúlaskipanini og byrjanini av formellum lærutilgongdum. Útfrá tilfarinum hjá Fríðfinni hevur hetta tilfarið kanska enntá hug at stuðla uppundir “mína” fatan heldur enn ta uppfatan, sum Fríðfinnur tykist vilja vera advokatur fyri.
At niðurgerða fakligu førleikarnar hjá fólki, sum eru kritisk um tað, sum verður borið fram, er helst eitt øgiliga gott tekin um, at soðið er tunt. Viðkomandi, sum eru nevnd við navni í frágreiðingini, kunnu, um tey hava hug svara fyri seg á sama hátt, sum eg velji at gera tað. Men eg haldi, tað er ótrúligt, hvat Fríðfinnur loyvir sær í einum skrivi til Mentamálaráðið. Skrivið er fongt við illgitingum og niðurgerðan av fólki og teirra atfinningum.
Tá Fríðfinnur so loyvir sær at leggja eftir Føroya Pedagogfelag við einum skeivum uppáhaldi um, at “Pedagogfelagið boykottar pedagogstørvini í forskúlanum”, verður hetta tikið burturúr rætta samanhanginum, og hoyrir hetta als ikki til kjakið um, hvørt pedagogfelagið er fyri ella ímóti forskúlum. Føroya Pedagogfelag hevur víst á, at størvini ikki eru flokkað, og tískil eiga tey at verða flokkað, áðrenn nakar verður settur í tey. Sjálvandi kann eitt fakfelag ikki ganga við til, at fólk átaka sær størv, har lønar- og setanarviðurskiftini ikki eru komin uppá pláss. Hetta eigur arbeiðsgevarin eisini at  virka fyri, tí tað er í stríð við sáttmálan millum partarnar ikki at gera tað. Tað er sera átaluvert, at ein borgarstjóri kann loyva einum skúlastjóra at seta fólk í óflokkað størv.
Fríðfinnur endar so við at leggja eftir mínari útsøgn um, at “námsfrøðingar hava heldur ikki brúk fyri serligari eyka skúling fyri at megna at gera teirra arbeiði”. Til tað er bert at siga, at allar helst hevur hann hug at skilja tað, sum hann hevur hug at skilja, men aftur her er “sitatið” tikið úr kontekstinum og ikki sett í mun til veruligu umstøðurnar, og hevur tað í sjálvum sær einki við forskúlaproblematikkin at gera.
Tað tykist vera torført hjá Fríðfinni at skilja, at námsfrøðingar eru útbúnir til at taka sær av fólki og serliga tey, sum eru undir 7 ár, eru eitt av kjarnuvirksemisøkjunum hjá námsfrøðingunum. Vanligir námsfrøðingar hava ikki tørv á einari eykaútbúgving ella eftirútbúgving fyri at kunna arbeiða við teimum 6 ára gomlu, so sum formaður Lærarafelagsins helt í miðlunum, stutt áðrenn handan útsøgnin hjá mær var skrivað. Tað er longu partur av námsfrøðiútbúgvingini. Sjálvandi kunnu vit øll gerast betri, og til tað eru eftirútbúgvingar og skeið hart tiltrongd.
Men, sum áður nevnt, frágreiðingin tykist mær at vera ein verjurøða fyri forskúlavirksemi og álop á øll, ið hava eina kritiska viðmerking til hetta, heldur enn at vera ein frágreiðing um virksemið, og um hvussu tað er ætlað at takla avbjóðingarnar í dagsins samfelag. 

 

 

 

 

Created: 16 April 2014