Boykottið størvini!

Eg havi valt at sagt nevndarsessin í Føroya Pedagogfelag frá mær, má samstundis viðganga at eg havi verið ov góðtrúgvin, í mun til arbeiðsgevaran (KAF og FMR), eg havi trú, at vit hava felags áhugað í at royna at loysa vandamálini, ið standast av at arbeiða innan pedagogiska virkisøkið. Havi verið í tí trúgv at arbeiðsgevarin er sinnaður at finna loysnir uppá trupulleikar og skuldi verið sinnaður at samstarva við pedagogfelagið, fyri at finna loysnir. Hjá arbeiðsgevaranum er eingin viljið, annað enn at royna at fáa kostnaðin niður, lønirnar niður. Har er eingin virðing. Har er eingin vilja at fremja fakligheitina. Hesin samstarvshugurin hevur nú av álvara givið bakslag, og hevur fastigerðarættur brúkt hendan hugin, at døma okkum til eina verri lønaravtalu enn eg kann góðtaka.

Hetta prógvar at tað er skeivt at vísa tolsemi, tað er skeift at vera “lagaligur” og geva tingum tíð at verða lýst og greina. Hetta var so lagnan hjá størvunum innan forskúlarnar - fakliga vóru øll argument kveistra til viks uttan grundgeving, og hildið var fram við ætlanunum uttan prógv fyri at hetta er betri fyri nakran.

Á sáttmálaøkinum ræður eisini ruðuleiki - nýggju forskúlarnir brúka tveir sáttmálar at áseta setanarviðurskiftini hjá námsfrøðingunum. Til arbeiðstíð og annað verður lærarasáttmálin brúktur og til lønarviðurskifti verður sáttmálin hjá pedagogfelagnum brúktur. Kunngerðin sum Mentamálaráði setti í gildið í fjør, segið greitt at uppgávan hjá báðum fakbólkunum var tann sama og ábyrgdin sostatt tann sama. Tí er tað púra burturvið at námsfrøðingar, ið nú skulu arbeiða saman við lærarum og á jøvnum føti við ikki fáa somu løn. Hetta er somikið diskriminerandi og órættvís viðferð av einum fakbólki at tað er ótrúligt at tað yvirhøvur er lógligt. Um ikki annað skuldi hetta vakt áhugan hjá javnstøðunevndini, tí hetta hevur rættuliga stóran prinsipiella týdning.

At politiskur vilji ikki er at virða hetta fakøki meira, skilji eg ikki, hetta er í grundini eitt kjarnu dømi um hvussu javnstøðan ikki er virkin í okkara landi. Námsfrøðingar og lærarar vera í dag útbúnir frá sama lærustovn og fáa báðir fakbólkarnir prógv, við heitinum “Bachelor of education”. Sjálvandi er tað eitt størri tak, um allir dagstovnar og serstovnanámsfrøðingar skuldu lyftast - men, tá ið eitt nýtt starvsøki verður byrja, er eingin orsøk at halda námsfrøðingunum á lága støðnum, samstundis sum ein annar bólkur sleppur uttan samráðing at varveita sína løn.

Nú hevur pedagogfelagið so fingið forboð fyri, at forða sínum limum, at arbeiða innan forskúlarnar - men, eg vil so staðiliga heita á allar námsfrøðingar um at halda seg burtur frá størvunum, til størvini hava eina skilagóða flokking - ella rættari til lønin í minstalagið er tann sama, sum starvsfelagarnir fáa. Um tit námsfrøðingar fara í hesi størv hava tit frásagt tykkum møguleikan at fáa skilagóða løn og gera tit uppgávuna hjá fakfelagnum nærum ógjørliga at loysa. Lættasti máti hjá øllum at fáa hetta loyst, er við at halda seg burtur frá størvunum til rættvísi ræður. Við námsfrøðiligari kvøðu.

 

Jógvan Philbrow, námsfrøðingur.

Created: 09 August 2014

AcyMailing Module