Skúlaklár/-ur?

So eri eg noyddur at koma við einari viðmerking um forskúlar - enn einaferð - og nei, tað er ikki stuttligt at vera tann, sum kemur við kritikkinum, men ov fáar røddir eru frammi sum vísa á nakrar vandar.

 

Ein rúgva av fundum, pallborðsfundum og ikki minst greinum hava veri frammi við útsøgnum um hetta hugtakið - at vera skúlaklár/-ur. Talan skuldi ikki vera um at bara læra at sita still/-ur men eina rúgvu av øðrum tingum.

 

Eg havi roynt at ført fram at tað í størri mun eigur at vera skúlin, ið gerst barnabúgvin. Skúlaskipanin eigur at vera betri skipa, til at møta barninum og tillaga seg tørvin og fanga áhugan hjá einstaka barninum. Nógv orka hevur verið brúkt til at niðurgera mínar útsøgnir ella útsøgnum frá øðrum, ið eisini hava somu meining.

 

 

Var ikki sørt skelkaður, og eg ivaðist ikki eina løtu í at viðkomandi arbeiddi uppá meg, tá eg nú fyri stuttum bleiv vístur ein lista við heitinum “Skúlaklár/-ur”. Síðani kom listin við teimum tingunum, ið skúlin, sum sigur seg skipa fyri “stórsta frambrotið í Føroyskum skúlaskapi” hevur snikka saman. Listin sær soleiðis út:

  • At duga at lata seg í og úr klæðunum (fríkorter/svimjing)
  • Megna at fara á ves sjálvi
  • Duga at binda lissur (um ikki, at brúka skógvar við ongum lissum)
  • Duga at pakka taskuna og at halda skil á sínum tingum (matpakka, bøkur, pennalarhús)
  • Duga vanligan fólkaskikk
  • Megna at sita still
  • Duga at taka ímóti boðum
  • Koma inn til tíðina eftir fríkorter
  • Ikki ríma / ikki vera fornermaði
  • Duga at skriva sítt egna navn

Her er einki um tey viðurskiftini, ið hava týdning fyri at læra. Einki um forvitni, einki um ágrýtni, úthaldni ella at best er um barni torir at gera feilir ella hvílir í vitanina, at sítt virði ikki er tengt at hvørt tað dugir nøkur ávís ting. Hevði tað ikki passa betur, um barni torir at spyrja tá tað ikki skilur okkurt ella torir at royna ella fara í gongd við eina arbeiðsuppgávu?

Fyri at duga, má ein læra, fyri at læra má ein royna.

 

Her er nógv sum fortelur barninum at tað ikki dugur, ella ikki er nóg væl fyri ella ikki er nóg gott. Listin sigur bara at her vera eina rúgvu av krøvum sett til atferðina hjá barninum og einki, sum sigur nakað um hvussu heilin og kroppurin eru fyri, soleiðis at tað kann fáa sum mest burturúr skúlanum. Sjálvandi er tað lættast fyri læraran um barni er so sjálvbjargið, sum gjørligt. Men listin tekur ikki hædd fyri ymiskleikan ella at talan er um livandi menniskju. 

 

Endiliga fann eg útav hvat tey í Eysturkommunu meina við tá ið tey snakka um at gera barni skúlaklárt. Vónandi vera tey ikki “fornermaði” av hesum og tora at taka kritikkin til sín - børnini hava uppiborið betur. 

 

Enn eina ferð - tað eigur at snúgva seg um at gera skúlan barnabúgvin.

 

Vinarliga

 

Jógvan Philbrow

Created: 19 August 2014

AcyMailing Module