Flyta vit skúlaaldurin eitt ár niður gera vit størri skaða enn gagn.

“- Vit vita, at tá ið børn eru fimm ella seks ára gomul, taka tey serstakliga lætt ímóti lærdómi.” er Helena endurtikin fyri at siga á portalinum.


Men hví skulu børnini eitt ár fyrr í skúla? Er tað tann vánaliga PISA-kanningin sum spøkir? Í Finnlandi fara børnini í skúla 7 ára gomul. Hvar liggja tey á Pisalistanum? Nummar 1.
Tað verður ofta ført fram, at øll hini byrja fyrr í skúla enn vit. Øll rundan um okkum byrja ikki fyrr í skúla enn vit. Flyta vit skúlaaldurin eitt ár niður gera vit kanska størri skaða enn gagn.

Børn læra frá tí at tey eru fødd.
Kjakið ber brá av at fólk ikki vita hvat dagstovnar arbeiða við, og fyri at gera tað greitt kann eg vísa til dagstovnalógina, eina lóg, ið Helena D. á Neystabø sjálv var við at gera í ár 2000, sum landstýriskvinna í almannamálum.

“§ 2. Endamálið við námsfrøðiliga arbeiðinum á dagstovninum og dagrøktini er: 
-við umsorgan, í tryggum og barnavinarligum umhvørvi, at menna og menta børnini á fullgóðan hátt og í samvinnu við foreldrini at geva børnunum eina kristna og siðalagsliga uppaling, 
-at menna barnanna andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði, 
-at búgva børnini til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldu í einum fólkaræðisligum samfelag, 
-at menna tey skapandi evnini hjá børnunum við atliti til at styrkja teirra samleika, sjálvsvirði, sjálvskenslu og evni til at taka sær av egnum viðurskiftum á ein friðarligan og samstarvandi hátt, 
-at tryggja børnunum eitt heilsugott og rørsluliga stimbrandi umhvørvi innandura og við uttanumøki, sum hóskar til barnsins aldur og førleika, 
-í samstarvi við heimini at styrkja um barnsins fjølbroyttu menning í tøttum samspæli við náttúruna.”

Vit námsfrøðingar eru nú ikki ósamd í at børn læra sera nógv í hesum árinum, líka so væl sum at tey læra eina rúgvu frá tí tey eru fødd. Men alt hetta “kjakið” ber brá av, at fólk ikki vita hvat fyrigongst á dagstovnum og halda at tey ikki læra nakað har. Sjálvandi læra børn eina rúgvu, og tað gera tey sanniliga eisini tá tey eru á dagstovni.

Hví eru røddir so ógvuliga glað fyri tankan at fáa børnini skjótari í fólkaskúlan? Sjálvur havi eg roynt at gjørt mær eitt yvirlit við fyrimunum. 

Sum foreldur hevði tað verði deiligt at sloppið undan foreldragjaldinum, fólkaskúlin er ókeypis – dagstovnar skal man gjalda fyri.

Sum samfelag? Ja, enn veit eg ongan fyrimun. So hvørt sum eg havi funnið upplýsingar um evni, komi eg fram á útsagnir sum “Vit kunnu ikki ávísa nakran fyrimun fyri barni, men vit síggja ein hóp av børnum, ið høvdu havt tað betri um tey bíðaðu eitt ár við at fara í skúla”. Millum annað var henda útsøgnin frá einum bólki á Cambridge University, ið skuldi endurskoða ensku skipanina. (Sí http://www.primaryreview.org.uk/).

Føroyaska PISA-úrslitið gerst ikki betur um børnini fara fyrr í skúla, tí tað er ikki har trupulleikin er. Trupulleikin er í skúlunum: Ótíðarhóskandi karmar og undirvísingartilfar er t.d. eitt øki, ið kann betrast nógv. Einasta svarið, ið Mentamálaráðið tykist at hava til hendan trupulleikan er: Kanska tað riggar betur um børnini fáa meira av tí sama.

Er tað ikki tíð uppá, at vit fara at hyggja og loysa trupulleikar annarleiðis enn vit higartil hava gjørt?

Created: 09 April 2014