Tað er so lætt at misskilja.

Kritikkurin móti forskúlum er í veruleikanum kritikkur móti gongdini har vit, sum samfelag, eftir meira enskari/amerikanskari traditión eru farin at halda, at alt sum hevur týdning kann mátast og vigast, sum í grundini eisini er/var partur av New Managment rákinum, (sum privata vinnan langt síðani hevur aftur um bak).

Fyri stovnar og skúlar merkir rákið at innihaldið verður meira og meira stýrt. Lívið hjá børnunum verður meira og meira stýrt. 

 

Tað er vorði ein “sannleiki”, at meira skúli merkir betri úrslit. Tíverri eru fleiri og fleiri granskarar, sum siga at hetta ikki passar, heldur øvugt. 

Hetta er ikki eitt álop á einstakar forskúlar ella fólki, námsfrøðingar ella lærarar sum arbeiða har! Eg ivist ikki í at tit gera tykkara besta og eftir bestu sannføring. Hetta er tó ein ávaring um, at kósin við fleiri og fleiri forskúlum og við fleiri skúlalíknandi tilboðum í barnagørðunum er skeiv.

Onkur vil hava at hetta snýr seg um trúgv - men sum Dion Sommer sigur, "Den pædagogiske diskussion er blevet kaldt en 'religionskrig', men så strander det ved, at folk siger: du har din tro, og jeg har min. Det flytter ikke noget. Jeg har læst over 400 kvantitative forskningsprojekter - før jeg dannede min konklusion, og den var klokkeklar”

 

Tit velja at taka kritikkin persónliga og halda at hetta snýr seg um “tykkum”, tað ger tað ikki!

Created: 24 January 2015

AcyMailing Module