Eg latið mína sannføring stýra - men, eri opin fyri nýggjari vitan.

Eg eri blivin spurdur um mína støðu til forskúlar - um eg kanska fór at vera meira positivur móti forskúlunum, um eg bleiv valdur til formann í Pedagogfelagnum. Eg má bara siga óansæð mítt starv, so má eg handla út frá tí vitanini eg havi um evnið - eg lati altíð mína sannføring stýra - men vónandi broyti eg mína sannføring í samsvar við vitanina, sum eg havi ella fái um evnið. Síðani bleiv spurt, hvat eg visti um føroysku forskúlarnar.

 

Afturi í 2008/9 bleiv eg kunnaður um ætlanir at stovnseta forskúla í Leirvík. Sum nevndarlimur fekk eg onkra kunning - umframt at eg bleiv settur í ein “fylgisbólk”. Hesin bólkur bleiv kunnaður og vístur runt í Leirvík. Tá var leiðslan, tveir streingja, tað vil siga leiðarin á frítíðarskúlanum fyri tey 6 ára gomlu og skúlastjórin vóru leiðarar í forskúlanum.

Fylgisbólkurin hevði nakrar fundir, har av eg var við, eg haldi tríggjar - allir hildnir í Leirvíkar skúla. Eg fekk innlit í tímatalvur og tiltøk. Tað bleiv skjótt greitt, at teir ikki vildu hoyra kritiskir spurningar. Spurningarnir, sum blivu reistir vóru so ongantíð viðgjørdir ella svaraðir og eg fekk bara at vita, at eg var “negativur”.

 

Síðani tað havi eg lisið nógv - umframt frágreiðingar frá føroyskum forskúlum (T.d. Forskúlablaðið sum Pedagogfelagið gav út). Tað sum eg havi lisið meg fram til um føroysku forskúlarnar, tær upplivingar og tær frágreiðingar sum eg havi fingið, geva mær eitt heilt hampuligt innlit í føroyskar forskúlar.

Tá ein lesur ymiskt faktilfar, ber til at draga onkrar samanberingar við føroysk viðurskifti.
Kritikkurin av forskúlum er í grundini størri enn bert spurningurin um forskúlar. Spurningurin spennir um bæði dagstovuskipanina og skúlaskipanina, sum hava ávirkan á tann skipaða partin av tilveruni hjá børnum.

 

Ein partur snýr seg um tað skipaða og stýrda. Gongdin frá minni stýrdum skipanum til meira stýrt virksemi. Tað er her granskarar og serfrøðingar sum t.d. Peter Gray, Sir Ken Robinson o.a. vísa á, at vit fáa fleiri atferðartrupul børn, fleiri diagnosur, fleiri við sálarligum trupulleikum og sum heild ólukkuligari børn.

 

Ein annar partur snýr seg um “Early Academics” rákið (trendin) í samfelagnum, har vektin í tí skipaða er meira og meira á “bókligar” førleikar -  at læra at lesa, skriva og roknað so skjótt sum gjørligt, er sæð sum ein dygd og nakað týdningarmikið at stremba móti, óansæð hvør tú er, hvørji áhugamál tú hevur ella hvussu tú er samanskrúvaður.

Í Føroyum hava vit sæð eftir fyrstu PISA úrslitini, at ein avleiðing var at tey yngstu skúlabørnini fingu fleiri tímar - serliga at læra betur at lesa, skriva og roknað. Hetta er eisini viðurskifti, sum granskarar og serfrøðingar, sum t.d. Dion Sommer o.o. ávara ímóti. Eisini verður víst á at hendan økta orkan sum verður nýtt til hetta í besta føri, ongan mun ger og í ringasta føri skaðar innlæringina hjá børnunum. Haldi nú eisini, at vit ikki hava sæð nakrar týðandi broytingar í fakligu úrslitunum hjá børnunum seinastu árini, hvørki tá talan er um landsroyndir ella PISA royndir. Í dag sleppa tey enntá at venja royndirnar, sum tey ikki sluppu tá fyrstu úrslitini vóru kunngjørd.

 

Eg festi meg við at áhugin, at luttaka í eina skrivikapping herfyri, var sera lítil, og kann ikki lata vera við at hugsa, um tað møguliga er terpingin, sum nú gongur fyri seg, sum kann vera orsøkin í hesum?

Hava vit megnað at kvalt áhugan í at lesa og skriva í okkara yvirhuga at stimbra tey?

Er kanska tað mótsatta hent? Børnini hava lært, at tað er strævið og keðiligt at skriva, heldur enn, at tað er ella kann vera ein spennandi, gevandi og stuttligur máti, at bera ein boðskap fram?

 

Hvørt tað er meira mennandi at vera undirvístur av ófaklærdum í barnagørðum enn faklærdum í forskúlum? Bleiv eg eisini spurdur um.

Ja, eg má hyggja eftir spurninginum í einum størri samanhangi enn bert “einkultar” forskúlar, sum víst á omanfyri. Dagstovnalógin ásetur at minst 2/3 av starvsfólkunum innan dagstovnar skulu vera námsfrøðingar - har er so rúm fyri at 1/3 kann vera ein annar fakbólkur. Barnagarðar eru ikki so innihaldsstýrdir av myndugleikunum og gevur hetta ein fleksibilitet, at stovnarnir lættari og smidligari kunnu forma seg eftir dagsins tørvi.

Sum heild haldi eg at barnagarðar eru betur fyri børnini. Hetta er eisini undirbygt av teirri gransking sum er á økinum. Um tað hevur alstóran týdning at lærarar eisini eru um børnini undir skúlaaldur, so forðar dagstovulógin ikki fyri hesum - kanska kommunurnar ikki eru so glaðir fyri tað, tað veit eg so ikki.
Sum víst á við tí stýrda og “early academics” rákinum, so haldi eg kósin við forskúlum er skeiv. Eg haldi vit øll sum arbeiða við at menna børn, eiga at vera tilvitað um gongdina.

Vit skulu eisini minnast til at frítíðin hjá børnum er kollvelt seinastu árini, frírúmið hjá okkara børnum er minkað og minkar støðugt, í takt við at vit vaksnu og børn kenna okkum meira strong - tað er so nógv sum skal náast og gerast. Bæði hjá børnum og vaksnum - alt samanlagt kostar samfelagnum dýrt. Samfelagið er í ferð við at gera sær sjálvum eina bjarnatænastu.

 

Sterkasta argumentið hjá forskúlaforsprákarum er skiftið frá dagstovn til skúla - her sigst vera ein heldur stór mentanargjógv. Verður gjógvin minni av, at flyta tey fyrr? Eg haldi ikki, heldur er tørvur á størri samskiftið og tryggum avtalum millum dagstovn og skúla.

Á Toftum hava tey eina skipan sum eitur “frá Jól til Jól”, kanska tað hevði verið ein skipan sum verd var at hugt nærri at.

 

Annars haldi eg tað er ein trotaváttan (falliterklæring) hjá námsfrøðingum at fara í størvini í forskúlunum og góðtaka at vera minni verd enn sínar samstarvsfelagar. Har eigur ikki at vera lønarmunur.

 

Tað snýr seg um børnini og framtíðina, ikki um tey vaksnu og fortíðina. Hyggi frameftir og seti røttu kósina.

 

Vinarliga

Jógvan Philbrow

Created: 24 March 2015