Hvat læra børnini í dagstovnunum?

Nógv av kjakinum um forskúlar ber brá av manglandi vitan um hvat fyriferst á dagstovnum. Summi tykjast enntá geva dagstovnunum skylduna fyri, at “børn órógva” meira tey fyrstu árini í barnaskúlanum.


Námsfrøðingar eru tó altíð sinnaðir at finna eina loysn, ið tænir barninum best. Og kanska serliga tí eru vit ivandi um júst “forskúlaloysnina". Her tykist tað heldur at vera ein heldur stirvin skúlaskipan ið ikki virkar og ið eini roynd at bøta uppá hana skulu forskúlar gerast. Tað tykist mangan sum um tilmælið frá OECD (Organisation for economic co-operation and development) og øðrum ikki vera sædd. Tí í tí tilmælinum stendur at norðurlendsku “EduCare” (dagstovnar) eru eitt gott boð uppá, hvussu karmarnir um læring kunnu skipast á besta hátt.
Um “vit”, í samfelagnum, framhaldandi vilja varðveitta okkara verandi skúlaskipan, so eru eisini aðrir mátar at styrkja skúlabyrjanina. Tí í fleiri førum tykist tað sum um øll sum eru um børnini tala hvør sítt mál – a la Bábelstornseffektin. Á ein ella annan hátt mugu vit, námsfrøðingar, lærarar og ikki minst foreldur koma ásamt um hvat hugtakið “skúlabúgvin” er, tí sum er tykist tað at vera ein av orsøkunum til henda afturvendandi forskúlatørvin. So kjakið um forskúlar ella ikki átti fyrst at verði ein avkláring av hvat tað merkir at verða “skúlabúgvin”.

Men hvat er tað sum dagstovnar arbeiða við?

Fyrst og fremst arbeiða dagstovnar eftir grein 2, í dagstovnalógini, har stendur “§ 2. Endamálið við námsfrøðiliga arbeiðinum á dagstovninum og dagrøktini er:
við umsorgan, í tryggum og barnavinarligum umhvørvi, at menna og menta børnini á fullgóðan hátt og í samvinnu við foreldrini at geva børnunum eina kristna og siðalagsliga uppaling,
at menna barnanna andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði,
at búgva børnini til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldu í einum fólkaræðisligum samfelag,
at menna tey skapandi evnini hjá børnunum við atliti til at styrkja teirra samleika, sjálvsvirði, sjálvskenslu og evni til at taka sær av egnum viðurskiftum á ein friðarligan og samstarvandi hátt,
at tryggja børnunum eitt heilsugott og rørsluliga stimbrandi umhvørvi innandura og við uttanumøki, sum hóskar til barnsins aldur og førleika,
í samstarvi við heimini at styrkja um barnsins fjølbroyttu menning í tøttum samspæli við náttúruna.”
Síðani er eisini ein kunngerð, til dagstovnalógina frá 2006 í sigur, at “§ 3. Dagstovnurin eigur at seta orð á, hvørji námsfrøðilig mál eiga at vera nádd fyri hvønn aldursbólk av børnum, og hvussu hetta skal setast í verk”.

Hetta hevur viðført at ein ørgrynna av námsætlanum eru gjørdar fyri dagstovnarnar í Føroyum. Flest allar kunnu finnast hjá teimum stovnum, ið hava heimasíður.

Tað er ymiskt hvussu hesar ætlanir eru orðaðar og hvar denturin verður lagdur, men felags fyri allar eru, at tær taka støði í barninum og skapa umstøður, har ið børnini kunnu mennast á best møguligan hátt.

Nútíðar námsfrøðin byggir á tankar um at rúma børnini, síggja møguleikar og skapa umstøður, soleiðis at barni altíð verður sætt, hoyrt og viðurkent sum ein virkin partur av samfelagnum og nærumhvørvinum, við egnum áskoðanum og vilja til at ávirka egna umhvørvið.

Sjálvandi hava dagstovnar sínar trupulleikar. Alt er ikki bert ljósareytt, og stóri trupulleikin kemur serliga til sjóndar við at tað í grundini ikki er tíð at fyrireika tað dagliga arbeiði, sparingar á stovnum gera at teir ikki altíð hava ráð til vikarar um sjúka, avspáking ella annað rakar. Spurningurin er um “forskúlatrupulleikin" ikki hevði verði partvíst loystur við at givið námsfrøðingum møguleikan at tilrættislagt, eftirmett og skipa arbeiði betur við fleiri tímum til stovnarnar øðrvísi skipaðum arbeiðsuppgávum.

Fyri at siga tað við fáum orðum: Børn læra, eisini á dagstovnum. Ja, tað kann altíð gerast betri, tað eru nokk fáar skipanir ið eru fullkomin. Námsfrøðingar stremba tó eftir at skapa tær best møguligu menningar- og læruumstøðurnar hjá barninum. Námsfrøðingar taka tó støði í barninum og ikki í undirvísingarskipanini, sum man fær varhugan av at alt práti um ein forskúla ger.

Created: 09 April 2014

AcyMailing Module