Stórur fyrimunur fyri hvønn?

 

10. Juni 2011 kl. 11.47
 

Í grein í skúlablaðnum, sum verður endurtikin á portalinum 9. Juni 2011, sigur Randi Jacobsen, lærari í 1. Flokki í Sankta Frans skúla, at tað er ein “Stórur fyrimunur at sleppa í forskúla”. Hetta kann eg ikki lata vera við at reagera uppá.

 

Slett ikki tað, eg skilji væl at lærarar stúra, nú skúlin framhaldandi verður niður píndur og vandi er fyri at fleiri størv verða burtur. Tí gerst tað neyðugt hjá lærarum at víðka teirra virkisøki, men at tað skal ganga útyvir børnini – er ein vanlukka.

 

Ein av grundgevingunum hon hevur er –“Tey duga betur at skipa seg á tí lítla plássinum, tey hava, og tað hevur nógv at siga og sparir ómetaliga nógva tíð hjá læraranum.”  Og víðari, “...børnini eru nógv meiri skúlabúgvin...”, nú veit eg ikki um hetta er ein generellur hugburður hjá lærarum, men her má okkurt vera misskilt, tí skúlin eigur at vera til fyri børnini og ikki øvugt – børnini til fyri skúlan.

 

Duga betur at skipa seg á tí lítla plássinum?

 

Nú veit eg ikki, um eg havi misskilt okkurt, men eg helt meg hava skilt at fyrstu tvey/trý árini í skúlanum vóru mest ætlað til “at læra børn at ganga í skúla”. Tí skilji eg ikki hví tey brádliga skulu ígongd við at læra tað eitt ár fyrr – har er so nógv annað at læra tá – millum annað hvussu vit skulu vera saman sosialt, hvussu kroppur og heili hanga saman, stimbrast í teirra undran á alt sum tey síggja, hoyra og føla. Sjálvsálit, sjálvskenslu, sjálvbjargni og sjálvvirði eru nokk teir mest týðandi tættirnir, sum barni skal stimbrast í.

 

Hon endar greinina við at siga at hon “torir ikki at siga, at tey læra skjótari at rokna, lesa og skriva.” Tað var gott tí øll gransking, sum eg veit um, sigur at tað er einki, sum týður uppá at børnini læra betur av at byrja fyrr, og børn um 10 ára aldur eru, sum oftast eru líka væl fyri bókliga, sjálvt um tey byrja seinni í skúla. Í Finnlandi liggja tey ovast í pisa kanningunum, har byrja tey í skúla, sum 7 ára gomul.

 

Eg gerist tí meira sannførdur um at “kanónirnar” hjá lærarunum venda skeivan veg. Um umstøðurnar tey fyrstu árini í skúlanum ikki eru nóg góðar, so er at gera okkurt við tað og ikki fara longur niður eftir aldursstiganum fyri at byrja eina skúla tilvenjingin fyrr. Vit, sum fakfólk, mugu læra okkum at gera skipanir, ið hóska til børnini, heldur enn framhaldandi at gera skipanir, sum passa okkum best sum fakbólkar, ella gera tær tað? Hetta er ikki ein spurningur um at verja borg, men ein spurningur um hvat er best fyri børnini. Sum er tykist skúlin ikki at vera barnabúgvin.

 

 

Jógvan Philbrow

Námsfrøðingur

Created: 09 April 2014