Tankar nú barnarættindasáttmálin er 25 ár

 

Í gjár vóru 25 ár síðani barnarættindasáttmálin fyrst var góðkendur. 

Sáttmálin hevur eina søgu aftanfyri seg - serliga var tað Pólland sum helt at tørvur var á slíkum sáttmála. Hetta kom stutt eftir 2. heimsbardaga og kendu teir tørvin, vegna hendingar undir krígnum. 

 

Sáttmálin ásetur ávís rættindi hjá børnum, á sama hátt sum mannarættindasáttmálin. Í stuttum kann sigast at sáttmálin ásetur, at samfelagið skal innrætta seg so, at rúm er fyri børnum, fyri einari sunnari barnamentan og at hædd verður tikið fyri teimum ymisku tørvunum hjá barninum og børnum.

 

Føroyar klára seg heilt væl sum heild, og eru harumframt nakrar ábøtur gjørdar síðani 1993, tá Føroyar góðkendu sáttmálan.

 

Tó er nógv eftir, at arbeiða við. Her serliga barnafátækadømi, familjurættur o.l.. 

 

Hvussu er so innið í barnagarðinum? 

Hvussu væl duga vit at lurta eftir barninum? 

Hvussu væl duga vit at lata barnið siga sína hugsan, á ymiskan hátt? 

Hvussu væl duga vit, at geva rúm fyri hugsanum og ynskjum hjá barninum? Eru vit við til at styrkja kensluna hjá barninum, at tað megnar? Er ikki vandi fyri, at vit lata “námsætlanirnar” stýra dagligdegnum á slíkan hátt, at tað ikki eru stundir at lurta eftir, og geva barninum rúm at vera barn?

 

Gongdin tykist vera, at minni og minni rúm er fyri tí einstaka barninum. Vit hava stillað allar læruskipanir eftir einari tilgjørdari miðalferð, og harvið billa vit okkum inn, at øll kunnu vera við. Vit taka ikki hædd fyri, at lívsferðin hjá menniskjanum er meira sum ein alda, enn ein bein linja. Tað merkir, at ímeðan “Per” er í einum aldudali, er “Pól” kanska á einum aldutoppi. Sjálvandi kunnu teir ikki altíð orka tað sama!

 

 

Er tað ikki brot á barnarættindini, um øll skulu hava tað sama og vit ikki tá, taka útgangsstøði hjá einstaka barninum?

 

Created: 21 November 2014