Góða mamma tað var ikki eg...

Raðfestingin, ið hevur verið skeiv í fleiri ár, skal nú turkast uppá fakfeløgini ið váða sær at finnast at hesi skeivu raðfesting. 

Løgmaður finst at fakfeløgunum, frá tingsins røðarapalli, tí fakfeløgini tora at siga sína hugsan um raðfestingina hjá samgonguni. 

Eitt er, at tað er vánaligt av løgmanni at niðurgera gjørdar avtalur, nakað annað er ábyrgdarloysi, ið hetta avspeglar. Nei Harra Løgmaður, tit stýra landinum, tit skulu ikki tváa hendurnar, og geva fakfeløgunum skylduna fyri tykkara hugsjónarloysi. 

Tað er rættuliga margháttligt við politikki í Føroyum, tá ið torførar avgerðir skulu takast, kasta politikararnir ábyrgdina frá sær og royna at finna sær onkran syndabukk. Hesaferð roynir Løgmaður so at geva fakfeløgunum ábyrgdina. 

Enn einaferð skal væntandi raðfesting skyldast uppá onkran annan. ABC samgongan, ið byrjaði við at seta fólk at gera visjón 2015 ætlanina, sum teir so ikki fylgdu, er nú komin í trupulleikar. Nú sær Kaj Leo loysnina, fakfeløgini skulu ganga við til at strika avtalaðu lønarhækkanina, soleiðis at peningur fæst til tunnilin hjá Anfinni – og soleiðis gerast øll glað. 

Samgongan heldur áfram til næsta fíggjarlóg skal smíðast. Hvør fær tá skylduna? 

Jógvan Philbrow 
Nevndarlimur í Føroya pedagogfelag 

Created: 10 April 2014