Er hetta fólkaræði?

23. November 2011 kl. 14.59
 

Ja, so hendi tað, sum ikki mátti henda, ein meiriluta stjórn er skipa, meðan tað eru ymsir minnilutar, sum mynda politikkin.

 

At tað ber til at avtalað, at gera so stórar og kollveltandi broytingar av okkara skattaskipan, har sjálvt grundarlagið undir skipanini og okkara norðurlendsku vælferðarsamfeløgum verður niðurgjørd. Vísir ikki virðing fyri fólkaræðinum í landinum.

Ein flat skatta skipan er ein ósamhaldsføst skipan. Og tað er púra vist bara ein partur av Føroya fólki, sum ynskir sær slíka skipan.  Nøkur eru sum ikki vita at tað er ringt fyri tey, nøkur sum halda seg fáa vinning – men hetta er bert løtu vinningur. (Samstundis sum tað hevur eina keðiliga ávirkan á útbúgvingarstøði osfr. – so er tað heldur ikki gott fyri vinnuna, alt ávirkar hvørt annað.)

 

Onkur svarar aftur við at “vinnan má hava tað gott fyri at fólki kann hava tað gott”, um flat skatturin veruliga ávirkar vinnuna, loyvi eg mær at ivast í – haldi nú at tey flestu arbeiða tað tey “sleppa” ella kunnu.  Nakað annað er at setningurin eigur at vera “Har fólki trívist hevur vinnan tað gott og vinnur”.

 

Samgonguskjalið hevur so nógv, sum átti at verið viðmerkt og átala, ein undrast at tað skulu eitast fyri at hava verið vaksin fullfør fólk, sum hava sett tað saman. Er hetta veruliga besta úrslitið politisku topparnir í Føroyum megna at koma við? Flóvisligt!

 

Her er ikki talan um breiðar semjur – semjur sum flest taka undir við, men heldur um rossahandlar við hugsjónum. Hugsjónir, sum allar helst eru innantómir fyri fólkini, sum eru vald at umboða flokkarnar.

 

Jógvan Philbrow

Created: 10 April 2014