9. Januar 2012 kl. 23.36
 

Ein av setningunum, sum eg lærdi sum smádrongur var “two wrongs don’t make a right!”. Hesin setningur rennur mær í huga nú flatskatturin er samtyktur – tí tað tykist sum flestu samgongupolitikarar hava keypt argumentini hjá Fólkaflokkinum um flatskattin – tí skatturin er ella rættari var ov høgur.

 

Haldi at tað var nokk breið semja um at skatturin var ov høgur – so tað er ein av “the wrongs” í hesum høpinum.

Tað løgna er so flatskatturin – tí tað er so sanniliga ein “wrong” aftur, við sosialari slagsíðu, sum tað baskar og sera ivasamt um tað verður við til at fáa gongd í fíggjarhjólini í landinum.

 

So nú hava vit “two wrongs” og við einari øgiligari snaring til høgru (right)... so kanska er handan útsøgnin skeiv... tí her hava vit also “two wrongs making a right ...” ella hvat?