"Tað skal loysa seg at arbeiða"

 

16. Januar 2012 kl. 20.10
 

Ikki vardi tað okkum, at smábarnalótur skuldu vera tað, sum myndaði føroyskan búskaparpolitikk í 2012. Eitt er, at menn tykjast trúgva uppá teirra egna boðskap, men at sannleiksorð og góð ráð, ella ávaringar um vandakós ikki rínur við, er ikki til at fata. 

 

Slagorð fíggjarmálaráðharrans um at “tað skal loysa seg at arbeiða”, vera borin fram sum argument fyri antisosiala flatskattin - ting sum í veruleikanum slett ikki hanga saman. Tí flatskatturin ger tað ikki meira attraktivt hjá teimum lágløntu at arbeiða meir - (flest arbeiða tað tey kunnu og koma allíkavæl ikki at fáa meira burturúr). Fyri tey við góðum inntøkum merkir tað helst at tey kunnu “slappa” meira av, tað verður kanska ikki neyðugt hjá teimum at kýta seg so nógv nú, tí tey fáa 4-5000 kr. uttan at lyfta hondina frá síðuna. Deiligt, hjá teimum - eg hevði nú eisini unt teimum lágløntu somu sømdir.

 

Tað ljóðar eisini heldur margháttligt at koma við ramsuni um at “tað skal loysa seg at arbeiða”, samstundis sum vit stríðast við stórum arbeiðsloysi - tí tað merkir væl saktans at, um tey, sum longu hava størv skulu arbeiða meira, má onkur annar úr starvi - ella væntar fíggjarmálaráðharrin at fleiri arbeiðspláss vera mana fram av flatskattinum?

 

Seinast eg visti nevndi løgmaður at um 2-300 almenn arbeiðspláss skuldu niðurleggjast - “tað skal loysa seg at arbeiða”. Higartil tykist tað vera soleiðis at tey einastu sum hava fingið meira arbeiði eru tryggingarfeløgini og Taks, har er ivaleyst at gera nú skattur skal takast frá framtíðini. 

 

Her endar galið.

Created: 10 April 2014