Niðursett arbeiðstíð innan dagstovnaøki

8. mars 2012 kl. 16.26

Ein avbjóðing fyri dagstovnar, samfelagið og kvinnuna!

Tá man starvast innan dagstovnaverðina, er eitt sum man skjótt leggur merki til. Næstan øll arbeiða niðursetta arbeiðstíð. Ljóðar kanska ikki so galið – tykist kanska at vísa, at her í Føroyum duga vit, at raðfesta soleiðis at øll tíðin ikki fer til arbeiði. Men er tað nú so gagnligt?

 

Fyri dagstovnar merkir tað, at fleiri deila teir tímar, sum eru settir av til virksemi, størv frá 15 til 40 tímar um vikuna, kunna gera puslispæli at leggja arbeiðsætlanir rættuliga torførar. Leiðslan skal fyrihalda seg til fleiri fólk enn tað átti at veri neyðugt og við fleiri fólkum økist vandin fyri fleiri konfliktum. Fyri “kundan”, foreldur ella barn merkir tað, at eingin av teimum vaksnu er til staðar nóg leingi gjøgnum dagligdagin, tað vera nógv skift, heildar eygleiðingar av børnum gerast torførar, tí tað er eingin, sum sær barni allan dag, og boð til foreldur kunnu lættliga blíva burtur í meldrinum. Og so er tað “kaosi” sum hendir tá øll hesi skulu avvikla feriu.

 

Fyri samfelagið kann man freistast at halda at hetta er ikki so galið – fleiri hendur til arbeiðis, minni trýst á arbeiðsloysisskipaninar – hvat er problemið? Jú, fleiri av hesum “kvinnunum” hava eina meðal langa útbúgving aftanfyri seg. Ein útbúgving sum eigur at koma samfelagnum til góðar, tí samfelagið hevur í hesum føri uttan iva gjørt íløgunu í hesi útbúgving,  við tí fyri eyga at hækka støði á námsfrøðiliga økinum.  Føroyska samfelagið skal “eitast” at mangla eina rúgvu av námsfrøðingum. Men, spurningurin er um ikki ein stórur partur av tí tørvinum kundi veri loystur við at fleiri av hesum námsfrøðingum fóru at arbeiða fulla tíð. Tað vil siga at samfelagið fær fulla úrtøku av fólki við útbúgving, børn og foreldur fáa eina meira “kvalifiseraða” tænastu.

 

Fyri kvinnuna merkir tað fyrst og fremst, eitt størri fíggjarligt frælsi.

 

Aðrar “avleiðingar” er møguleikin at hugsavna seg væl í sínum arbeiði, at brúka tað neyðuga tíðina gjøgnum dagin, at kunna útinna sítt arbeiði. Møguleikin fyri at levera eitt “professionelt” arbeiði økist.

 

Hetta er heldur einfalt sett upp – og er ein stórur partur av trupulleikanum tann at leiðslurnar ikki bjóða fulltíðar størv út, so møguleikin er ikki til staðar at søkja annað enn parttíðar størv. Hetta er ikki nøktandi.

 

Eg vil nú enda við at ynskja tykkum kvinnum ein góðan Altjóða Kvinnudag.

 

Jógvan Philbrow

Námsfrøðingur

Created: 09 April 2014