At samráðast við seg sjálvan um betri løn... tað kann ikki ganga annað enn væl, tað vísa nýggjastu úrslitini hjá løgmanni.

18. Januar 2013 kl. 14.57
 

Pípan hevði tó annað ljóð tá samráðingarnar vóru við almennu fakfeløgini - tí tá var bert ráð at gjalda 220 kr. til tey lægst løntu.

 

Er tíðin ikki komin at gera eina greiðari og rættvísari skipan?

 

Eina skipan sum tekur hædd fyri útbúgving og ábyrgd?

 

Einaferð var talan um at gera eina "felagslønartalvu" fyri alment sett starvsfólk. Tað sigst at hendan talvan skuldi taka hædd fyri hvar alment sett starvsfólk skuldu liggja á lønartalvuni - og vera gjøgnum skygd soleiðis at lætt var, at síggja hví tann setti fekk júst tí lønina, sum hann/hon fekk.

 

Einki roks.

 

Soleiðis hevði eisini borið til at gjørt eina rættvísa skipan, tá samráðast skal um lønir á almanna arbeiðsmarknaðinum - tí sama hækking skuldi verið galdandi fyri øll. Líka so væl sum, at “null” vøkstur hevði verið galdandi fyri øll. Eisini løgtings- og landsstýrisfólk.

 

Annars hava limirnir í pedagogfelagnum eisini sett eina nevnd. Nevndin kom eisini til tað niðurstøðu, at limirnir skuldu fáa meira í løn! Tíverri so samráðast vit ikki við okkum sjálvi, so vit fingu bert 220 kr.. Og námsfrøðingar og hjálparfólk fáa nú langt frá løn samsvarandi ábyrgd og arbeiðsbyrðu. Vit umsita týdningarmesta tilfeingið í landinum, komandi ættarlið.

 

Kom og ger broytingar, broytingar sum muna og gera mun.

Ein felagslønartalva er ein góð loysn.

 

Jógvan Philbrow, næstformaður og

Elin N. W. Tausen, nevndarlimur í Føroya Pedagogfelag.

Created: 10 April 2014