Tað kundi alt verið so gott!

 

27. Januar 2013 kl. 23.32
 

Og heimurin kundi sæð øðrvísi út. Føroyar kundu verið eitt oyðið stað, og vit sum búleikast her, kundu livað onkra aðrastaðni. Flest okkara eru góð við landið Føroyar, og ynskja framhaldandi at búgva her. Vit eru framvegis her, og vit hava eina sterka trúgv á, at hetta skal nokk ganga.

 

Trúgvin hevur tó fingið nøkur sløg á vangan, serliga hetta seinasta - enn unga - valskeiðið, og tíverri eru útlitini ikki góð fyri at nakar bati fer at vera í nærmastu framtíð.

 

Fjøllini standa enn, firðir, havið og brimið eru har enn, men tað menniskjaskapta vælferðarsamfelagið - sum hevur týdning, og ger tað vert at liva her - stendur fyri fallið. Ikki tí vit ikki hava ráð, men tí vit ikki vilja raðfesta tað.

 

Tá tað várar, og blómurnar spíra, grøna grasið veksur og ljósu dagarnar kveikja ein lívgevandi anda, er tað gott at kunna fara til arbeiðis, vitandi at ein partur av mínum arbeiðsavriki fer til at byggja eitt trygdarnet til tey, sum ikki eru líka heppin sum eg.

 

Várið og samhaldsfestið gera hetta til eitt gott og trygt land at búgva í.

 

Summarið, við sínum fjálgu løtum, og longum døgum, har tað ber til at ganga langar túrar eftir fjallarøðum, ella bara at sita í túninum, vitandi um at um at onnur eisini kunnu njóta løturnar - sjálvt um teirra inntøkur ikki eru so góðar.

 

Summarið og samhaldsfestið gera hetta til eitt gott og trygt land at búgva í.

 

Heystið, við tí skiftandi veðurlagnum og máttmiklu stormunum, har vit veruliga fáa merkt vindar, regn og ódnir á okkara andlit, hevur sín vakurleika, og vit kunnu trygt og fjálgt liva í og merkja lívið. Eisini okkara veikastu og minstu, tí umstøður er skaptar, soleiðis at eisini tey verða vard.

 

Heystið og samhaldsfestið gera hetta til eitt gott og trygt land at búgva í.

 

Veturin, har alt er í dvala, og dagarnir gerast stuttir, soleiðis at eg veri mintur um at fanga løturnar, við kava, gleri og spegilsklárum vøtnum, minna á at tungar og kaldar løtur kunnu eisini raka mannalívið, og tá er gott at onkur kann lofta.

 

Veturin og samhaldsfestið gera hetta til eitt gott og trygt land at búgva í.

 

Men, tíverri tykist eitt politiskt heyst at vera komið, har okkara uppbygdu vælferðarskipanir verða niðurlaðaðar. Fyrst við tí ófíggjaða "flatskattinum", eftirlønarskattinum og so við prátið um møgulig gjøld fyri sjúkrahústænastur. Tá gerst spurningurin, um ójavni ikki kemur í - hvørt tað er líka hugaligt at vera verandi í landinum. Og um vit ikki ansa okkum, verða vit rakt av einum politiskum vetri - har alt lív í landinum verður rikið burtur.

 

Heldur ynski eg mær eitt politiskt vár, har tær ábøtur, sum vælferðarsamfelagið hevur tørv á, verða gjørdar. Ein sosiallóggáva sum er tíðarhóskandi, ein skattaskipan, ið tekur hædd fyri, at summi hava lægri inntøkur, og ikki kunnu lofta sær sjálvum, um eitthvørt í lívsins viðurskiftum ikki gongur einum til vildar. At holini í vælferðarskipanini vera tett, soleiðis at eingin dettur ígjøgnum. Tað snýr seg um raðfestingar - og at tora at raðfesta.

 

Ikk fyrr enn tá kunnu vit møta tí politiska summarinum.

 

Jógvan Philbrow

Created: 09 April 2014