Lat okkum gera eina íløgu í kvinnurnar

 

16. Juni 2013 kl. 17.35
 

It’s allabout the people: Jobs, equality and trust.
Tað snýr seg alt saman um fólkið: Arbeiðspláss, javnstøða og álit.

Soleiðis eitur oddagreinin í nýggjastu árbókini fyri 2013 hjá OECD, ið eg fekk inn um hurðina í vikuni.

OECD (The Organisation for Economic Co-operation and Development), ið er einfelagskapur hjá teimum ríkastu londunum í heiminum, hevur sítt boð upp á,hvussu londini skulu sleppa sum best burturúr fíggjarkreppuni. Og í hesi ársfrágreiðingini tykist boðskapurin greiður.

Fíggjarkreppan og sparingar innan tað almenna hava havt stórar menniskjansligar avleiðingar, og eiga vit at royna at bøta uppá hesar.

Aðalskrivarin í OECD, Angel Gurria, mælir til, at londini arbeiða miðvíst viðat skapa arbeiðspláss, minka um munin millum háinntøkur og láginntøkur, har iðmunurin millum inntøkurnar hjá kvinnum og monnum eigur at takast í álvara, ogsamstundis royna at skapa álit á politisku skipanina. Her er gjøgnumskygni eitt av lyklaorðunum.

Sum næstformaður í einum fakfelag, ið næstan bert umboðar kvinnur í einumláglønarbólki, sum harafturat bæði hevur trupult við at finna fulltíðarstørv og orkuna at arbeiða fulla tíð, er hetta enn einaferð ein staðfesting av, at politiski myndugleikin kann og eigur at stuðla upp undir at bøta umviðurskiftini.

Seinastu hagtølini frá Hagstovuni vóru heldur ikki so jalig, “26 færriføroyingar” var heitið á grein á portalinum. Vit hava leingi vitað, at vit havaeitt kvinnu-undirskot í Føroyum – so tann gongdin er neyvan steðgað.

Hevði tað ikki veri skilagott at gjørt eina íløgu í hesar kvinnur, ið eru einláglønarbólkur, soleiðis at trivnaðurin hjá kvinnum í Føroyum í øllum førum gjørdisttað betur, samfelagnum øllum at frama?

Tað haldi eg, og tað hevði ikki veri verri, um vit samstundis fylgdu tilmælinumhjá OECD.

Jógvan Philbrow
Næstformaður í Føroya Pedagogfelag

Created: 09 April 2014