Meðan tunnilsprátið gongur uppá tað heitasta...

 

15. august 2013 kl. 14.17
 

Undirsjóvartunlar eru á breddanum – og onki tykist vera í vegin fyri at finna milliardirnar. Men tað tykist ógvuliga løgið, at tað nú brádliga skal bera til at finna 150 milliónir krónur til samferðslukervið, tí støðan var als ikki so góð fyri stuttum, tá tað kom í ljósmála, at eldraøkið manglaði pening. Tað er  eisini sera “undarligt”, at man nú finnur so nógvan pening  í eini handavending, tá alt almannaverkið í fleiri ár hevur spart og fingið sínar játtanir skornar. 

 

Tað hevur leingi veri ein heldur keðilig gongd innan sosialpedagogiska økið – økið, har arbeitt verður við teimum, sum bera brek ella hava onkran serligan tørv á, at samfelagið veitir eina hond. Bústovnar og sambýli eru niðurpínd, og er lítið rúm fyri at hava nóg mikið av arbeiðstímum og líknandi inni. Tað er annars ikki so langt síðani, at vit høvdu gølur viðvíkjandi umstøðunum hjá børnum í vandabólkum sum hava serligan tørv á umsorgan. 

Eisini mátti uppskotið um barnaumboðsmannin bíða, tí peningurin, sum skuldi nýtast til at fíggja ein slíkan, bleiv flutt yvir í kreppurakta eldraøkið. Nú tunnil skal gerast, kundu 150 milliónir brádliga finnast uttan nakað, bara tí ein politisk atkvøðu-kabal skuldi ganga upp. Men ok, tey gomlu doyggja burtur av, so har er nokk ikki besta miðið at fiska atkvøður – og børnini hava ikki valrætt, og barnaumboðsmaðurin hevði kanska bert heystað nakrar fáar framtíðar atkvøður. Ella, eg veit ikki.

Tykist bara sera margháttligt, at tað nú uttan nakað skal bera til at finna so nógvar milliónir, meðan øll innan almannaskipanina hava fingið at vita í fleiri ár, at tey eru ov dýr fyri samfelagið. Tað eru allar hesar kvinnurnar, ið eru ákærdar fyri at vera ov dýrar at hava til arbeiðis, millum annað námsfrøðingar . Hetta eru størv, ið kvinnur fyri størsta partin eru í, og okkum vantar kvinnur í Føroyum.

Kvinnurnar eru ov dýrar, men ikki tunlar - eg meini tað.

 

Created: 09 April 2014