At arbeiða niðursetta tíð er ein trupulleiki

 

24. Septembur 2013 kl. 10.38
 

Ikki bara lønin, men eisini eftirlønin verður minni, tá arbeitt verður niðursetta tíð.

 

Ein samfelagstrupulleiki, sum er rættuliga rótfestur í Føroyum, er tann, at so nógv arbeiða niðursetta tíð. Hetta kemur at kosta okkum sum samfelag í seinna enda.

Í fyrstu syftu tykist tað vera av tí góða at velja at arbeiða niðursetta tíð – betri stundir til familju, hús og heim er og verður ein góð grundgeving – tí tað er jú spurningurin um vælveruna hjá familjuni, sum í veruleikanum hevur týdning.

Trupulleikin kemur tó ikki so væl til sjóndar, um bara verður hugt at hasum partinum av lívinum.
Serliga innan dagstovnaøkið er tað blivið ein vani at arbeiða niðursetta tíð. Tað hongur helst saman við arbeiðsumstøðunum – eitt rættiliga larmandi og aktivt umhvørvi, sum eitt barnaumhvørvi oftani er. Men hetta hevur stórar avleiðingar. Eitt er, at tað beinleiðis ávirkar inntøkuna hjá viðkomandi, sum arbeiðir niðursetta tíð, men afturat gevur tað so eisini eina nógv lægri eftirløn, tá persónurin er komin til tann aldurin, har eftirlønin skal avloysa vanligu lønina. Hetta er so ein dupultur trupulleiki, tá lønarlagið og harvið eftirlønarinngjaldið frammanundan er lágt.

Reint námsfrøðiliga kann eisini hugsast, at nakrir vansar eru, serliga um fleiri starvsfólk arbeiða niðursetta tíð. Eitt nú kann hugsast, at tað er trupult at fylgja við øllum degnum hjá einum barni á stovninum, tí starvsfólkini bert uppliva brot av degnum. Hetta kann so hava avleiðingar fyri dagliga foreldrasamstarvið og vanliga arbeiðið á stovninum, tá starvsfólk, ið arbeiða niðursetta tíð, ikki altíð fáa samanhangin í degnum við.

Vænti eisini at flestu námsfrøðingar, ið arbeiða niðursetta tíð, í veruleikanum brúka somu arbeiðorku, sum arbeiddu teir fulla tíð, tí teir hugsa, at børnini hava uppiborið tað besta. Og tá sigur tað seg sjálvt, at alt ikki hongur saman – hesi starvsfólkini royna jú at klára eitt fulttíðar starv í niðursettari tíð.
Fyri stovnarnar eru nakrir fyrimunir, um fólk arbeiða fulla tíð. Eitt nú skuldi ikki verði neyðugt við so nógvum starvsfólkum, um fleiri arbeiða fulla tíð, og færri starvsfólk er ikki altíð ein vansi. Tá er ofta lættari at fáa arbeiðsætlanir og annað at hanga saman.

Har eru eisini fleiri aðrir fyrimunir við, at fólk arbeiða fulla tíð.

Tí vil eg heita á arbeiðsgevarar okkara um at taka hendan trupulleikan upp og royna at fáa borið soleiðis í bandi, at størvini aftur gerast fulltíðarstørv, ella so nær við fulla tíð, sum til ber. Hetta kemur so eisini at gagna okkum øllum í framtíðini, tá eftirlønirnar einaferð koma til útgjaldingar.

Created: 10 April 2014