Tankar ein fríggjamorgun

 

Er tað so skilagott við “størri eindum”.

Nógv prát hevur veri um kommunusamanleggingar, um at leggja skúlar saman í størri eindum - og innan almannaøki er Nærverk og almannastovan dømi um hesu “dylluna” við at leggja saman.

Eg undrist á um alt hetta veruliga er nóg væl gjøgnumhugsað. 

Mær dámar væl nærfólkaræði - tað at hava atgongd til teir “lokalu” politikkararnar er ein styrki fyri tað lokala samfelagið. Her fært tú fatur á teimum, ið hava møguleikan at gera broytingar í tí lokala og beinleiðis ávirka. Tað gerst verri í størri eindum. Hetta er eisini ein av orsøkunum til at eg eisini gangi inn fyri fullveldi. Sjálvandi eiga tey sum búgva her at hava evsta ávirkan og ábyrgd fyri egin viðurskifti. 

 

 

Tá tað kemur til skúlar - so ja, kann vera at nakrir “stórdrifts” fyrimunir koma av at leggja skúlar saman í størri eindir, kanska enntá skilagott í teimum eldru flokkunum. Men, barnaskúlin? Er tað ikki ein betri trygd fyri barni at tað sæst í skúlanum, og eisini har ikki bara kennir seg sum eina meyru í tí stóra heila? Vænti at tað einstaka barni verður lættari sætt í einum lítlum skúla, heldur enn einum stórum. Ella trumfar fíggjarligi vinningurin av at kunna skipa skúlar í størri eindir vælferðina hjá einstaka barninum? Sjálvandi hevur tað einini týdning, líka so væl sum at eitt størri fakligt umhvørvið hjá lærarunum nokk eisini er ein faktorur. Men er tað betur fyri barni?

 

Almannaverki? Ja, har er so ivasamt hvørt tað kann rigga. “Gólvfólki” ella grund tænasturnar tykjast bara at vera spardar burtur - meðan íløgur eru gjørdar í leiðslur. Ein topp stýring sum vil nakað. Har er nokk neyðugt at venda enn einaferð. Onkur burdi byrja við at spurt - hvat er endamálið við allar hesar skipanir og so arbeitt har frá, heldur enn hvat tað tykist at vera gjørt í dag - har tað nokk vendur øvugt og spurt verður hvat hava vit og hvussu passar borgarin best inn í okkara skipan. Ella skal borgarin tillagast skipanina ella er tað skipanin, ið skal tillagast borgaran?

 

 

Ella soleiðis virkar tað fyri mær. Størri eindin, størri er avstandurin millum tey sum skulu stýra eina “tænastuna” og tey sum skulu brúka “tænastuna”. Akkurát sum avstandur millum politikkara og borgara. Tað er nú betur at kunna fáa fatur á tínum politikkara og halda teimum til svars fyri sínar avgerðir. Ella hvat?

Created: 29 August 2014

AcyMailing Module