Tá menniskja verður eitt tal.

 

Ein óhugnalig gongd er og hevur veri seinastu nógvu árini. Við tí almenna á odda eru vit so spakuliga farin longri burtur frá at viðgera tørvin hjá borgaranum ella menniskjanum til heldur at viðgera botnlinjurnar í excell ørkunum úti í kommununum og serliga hjá landinum.

 

Ein stór samanlegging bleiv framd og er framvegis í gongd, innan tað almenna - tað sum fyrr bleiv kalla Almannastovan og Nærverkið bleiv lagt saman. Nærverkið hevði nú heldur ikki eina so langa livitíð.

 

 

Samanleggingin skuldi ikki vera ein sparing, var sagt, tað var ein effektivisering. Í stuttum skuldu hesir tveir stovnar, ið hava ábyrgdina av at taka sær av mennikjum, ið hava tørv á hjálp frá samfelagnum til at klára dagin og vegin, leggjast saman - minkast skuldi um stjóraveldi, tænastur skuldi gerast lættari at samskipa og lættari skuldi vera at finna og plassera ábyrgd. Og so skuldu líka 4 milliónir sparast.

 

Slagorðini eru og vóru torfør at finnast at. Sjálvandi skal borgarin hava eina skipan, ið er løtt at finna runt í, sjálvandi skuldi bert “ein hurð” vera til allar hesar eymu tænastur, ið tað almenna hevur skyldu at veita. Sjálvandi skuldu “óneyðugar” leiðslur vera spardar burtur.

 

Men so er tað spurningurin - er hendan effektiviseringin og samanleggingin blivin betur fyri borgaran? Betur fyri tey starvsfólkini, ið skulu útføra tað, sum leiðslurnar stinga út í kortið?

 

Havi fingið varhugan av at tað er rættuliga missjavnt hvussu væl “nýggja” skipanin virkar. Mær er fortalt at fleiri borgarar tykist líka vilst í skipanini, sum áðrenn tann eina hurðin bleiv útrópt sum “loysnin” og hjálpin er kanska uppaftur meira minni enn áður, tí minni av pening verður settur av til beinleiðis hjálp.

 

“Tær” bíligu stovnsleiðslurnar, sum vóru á bústovnum, sambýlum ella vardum verkstøðum eru spardar burtur, og í staðin er ein “yvir leiðsla” stovna - sum nú hevur eindir undir sær - við varaleiðarum - hesi fáa betri løn enn gomlu stovnsleiðslurnar og eru “næstan” líka nógv í tali - men fáa sjálvandi eina betri løn. 

 

Bústovnar, sambýli, verkstøð og hvat tað nú eitur, hava nú onga dagliga leiðslu - eingin uttan tey ábyrgdarfullu starvsfólkini, ið sum oftast eru illa sperd, tí sparast skuldi og tískil liva fleiri teirra í einari støðu har stovnarnir framvegis hava trupult við, at klára tær fakligu avbjóðingarnar, ið eru á einum slíkum stað, tí játtanin er ov tepur. 

 

Fleiri stovnar eru illa mannaðar, kanska bert við vaktarskipanum ella líknandi. Fleiri stovnar loyva at bert eitt starvsfólk er til arbeiðis í senn - er tað forsvarligt? Hetta eru stovar, ið skulu tryggja veikum borgarum eitt gott lív?

 

Øll hendan savnanin av almennum stovnum undir nýggja Almannaverki eigur at vera endurskoða. Kanska tær “lokalu” leiðslurnar, ið skuldu taka sær av tí dagliga var ikki ein so býtt skipan. Kanska skuldu stovnarnir fingið fleiri og betri pengar fyri at kunna lyfta uppgávuna, niðri á gólvinum - heldur enn at fleiri pengar vóru settar í dýrari leiðslur?

 

Øll skipanin undrar meg - fakliga støði verður ikki lyft við bert, at gera sterkari leiðslur, ið sita á fjarðskotnum skrivstovum langt frá stovnunum har námsfrøðin ella røktin veruliga skal fremjast. Dagliga námsfrøðin hendir ikki úti á øllum stovnum, bara tí onkur í einari skrivstovu í Havn sigur at hon skal fremjast - har skulu eisini resursir setast av til endamálið. Fyri mær at síggja eru færri resursir til beinleiðis arbeiði við borgaran - meðan fleiri eru til leiðslurnar - tað kann ikki vera rætt.

 

 

Created: 09 October 2014

AcyMailing Module