Kom og dyrki fordómar!

Ein heldur ræðandi gongd er í “vesturheiminum”, undirtónarnir hava nokk veri tilstaðar í fleiri ár tíggju - men, vit burdu vita betur.

Flest seta helst sokallaða rasustríði og jødahatur í samband við fasismu ella nasismu - teir ekstremt høgravendu. Hugsað kanska, at tað hendur nokk ikki so nógv meira, flest øll vita jú, og góðtaka, at tað er ein heldur snævur og skeivur veruleiki - húðaliturin ella at vera av jødiskari ætt er ikki haldgóðir orsøkir fyri hatur og mannamunur.

Í dag eru “jødarnir” avloystir av “muslimunum”, allir um ein kamb. Er okkara fatan grunda á veruleikan, ella er tað møguliga ein forvranga mynd vit hava fingið fóðra niður í okkum?

Tey fátæku typiskt afrikansk ella tey sum detta niðurmillum, í okkara egna samfelag hava sjálvi ábyrgdina av at tey liva undir keðiligum korum. Tey eru dovin og vilja snýta samfelagið, tá høvið býst, tykist vera hugburðurin. Men passar tað?

Konservativa stjórnin í Bretlandi setti ein stovn at finna fram til hesar snýltararnar í Bretlandi - stovnurin kostaði minst 10 ferðir meira enn hvat snýtt var fyri. Skilagóð nýtsla av borgarans pening?

Fasistisku hugsanir, tó við øðrum etikettum, eru sprell livandi. Vit hava ilt við at fáa eyga á teimum - og teimum, sum dyrka hesar hugsanir fyri egnan vinning. Tó koma hesi av og á til sjóndar, Front National í Fraklandi og UKIP í Onglandi eru kanska týðuligastu dømini rundan um okkum í dag. Haldi at fleiri av politisku flokkunum, í føroyum, hava nøkur av hesum eyðkennunum.

Tað sum eg haldi hendan hugsjónin, tað at dyrka fordómar hevur til felags er, at hann spælir við okkara kenslur og serliga tað, sum vit ræðast. Politiskt verður so roynt at koma við “løtu” loysnum. Oftani sera foreinklaðar loysnir, sum bert sminka veruleikan. Vit hava ein trupulleika við innflytarum - vit seta kvotu á innflytarunum. Vit hava ein trupulleika við arbeiðsloysi, vit lækka arbeiðsloysisstuðulin. Hvørki taklar veruligu trupulleikarnar, manglandi arbeiðspláss, manglandi førleikar/lærdóm osfr..

Fjølmiðlarnir gerast meira stýrdir av, at skula hava lýsingarpengar, tískil mugu teir hava fleiri haldarar, keyparar, hyggjarar, lurtarar ella vitjanir á teirra portalum. Tí verður lokkað við sjokk yvirskriftum og ræðusøgum - tí tað dregur lættast fólk - menniskja er forvitið, sjálvandi. Tí gerst tað lætt at fóðra okkum við tær “snedigu” ella skelkandi søgurnar, og fyri at miðlarnir skulu vinna í kappingina við hinar miðlarnar, so skal ganga skjótari og skulu søgurnar vera villari. Ein yvirbjóðing av undarligum og ekstremum søgum hendir í miðlunum - søgur sum alsamt gerast meira søgukendar og alsamt hava minni og minni hald í veruleikanum og í tí sum “dagliga” gongur fyri seg í heiminum. Oftani spæla hesar søgur við okkara kenslur, okkara ótta. Minni og minni tíð og orka verður sett inn at viðgera møguligar loysnir fyri ymiskar samfelagstrupulleikar, tí alt skal viðgerast við onkrum lýnkurið.

Enn er tað nokk undantakið, heldur enn regulin, at fólk vilja snýta seg til fyrimunir tey ikki hava rætt til, ella at fólk eru dovin og ikki vilja arbeiða - men, skulu vit trúgva boðskapirnar, sum vit vera fóðra við so snýta ella royna flest øll at skáka sær undan - so kanska burdi eg? Ella má eg royna, at fáa politikarar inn í tingið, at lóggeva og noyða øllum hesum dovnu samfelagssnýltarunum til arbeiðis ella taka konsekvensirnar av ikki at arbeiða.

Nei - fólki er ikki dovi, fólk vilja gera mun. Parollurnar hjá samgonguni um at “tað skal loysa seg at arbeiða”, burdi eisini veri galdandi fyri láginntøkubólkar - spurningurin er - hvussu væl skal tað loysa seg, at arbeiða tá inntøkan longu er farin upp um ½ milliónina - er tað tá ikki tíð, at brúka meira tíð, uppá familju, børn ella okkurt heilt annað - og lata onnur sleppa til arbeiðis?

Created: 09 October 2014