Nú má Løgmaður blandað seg!

Støðan tykist at vera púra galin innan Almannaráðið, og tykist tað sum um, at ráðharrarnir ið hava sitið og sum sita ikki hava ella hava havt tamarhald á málsøkinum.

Vanrøkt av málsøkinum tykist heldur at vera reglan enn undantakið.

Nýggjasta “katastrofan” frá Almannaráðinum er støðan har ið Nærverki niðurleggur ein ½ stovn, fyri síðani, at flyta hann út á bygd. Nærverki gloymir, at stovnurin, ið skal niðurleggjast er lagdur saman við øðrum stovni fyri hálvum ári síðani og at øll starvsfólkini tá hava fingið boð um at tey nú arbeiða á samanlagda stovninum. Nevniliga “Nýggi bústovnurin”. Alt málið ber brá av tilvildarligum ætlanum og óskili. 

Nærverki “gloymir” eisini at hesin sami stovnur, ið nú sigur fólki úr starvi, hevur akkurát søkt eftir nýggjum fólkið, ið eru við at verða sett. Samstundis sum onnur á stovninum verða søgd úr starvi tí stovnurin verður niðurlagdur. Hetta er ikki sørt undarligt og sera vanvirðiligt farið fram – hetta er jú bert ein leikur í vanvirðisligu viðferðini av økinum børn og ung. Fyrr í ár bórust knappiliga tíðindi um at hesin stovnur skuldi flyta til Mjørkadals. Hvussu var ikki við barnadeildina og familjudeildina á Barnaheiminum, fyrr í ár? Gøla eftir gølu. Hetta kundi sæð út sum fríggjadags klummuna í útvarpinum, men tíverri er hetta tann beiski veruleikin.

Tað tykist mær púra greitt, at Almannaráðið ikki fylgir starvsfólkapolitikkinum hjá landinum. (Sí heimasíðuna hjá løgmannskrivstovuna: www.tinganes.fo) Hetta í sær sjálvum, er sera vánaligt og átaluvert. Tað kann ikki vera rætt at ein almennur myndugleiki kann fara so illa við sínum starvsfólkum.

Hevur Almannaráðharrin ikki tamarhald á støðuni, ella er tað viljin tað er galið við ella bert manglandi innlit? Tí hetta er ikki fyrstu ferð at mál verða skeivt handfarin. Fyrrverandi ráðharrin Hans Pauli Strøm fekk nakrar átalur frá løgtingsinsumboðsmanni tað tíðina hann sat. Man tað ikki vera, at sami grundleggjandi trupulleikin er afturvendandi, tí eingin hevur nóg breiðan rygg at loysa hann?

Sum námsfrøðingur haldi eg at størsti trupulleikin innan megin partin av námsfrøðiligaøkinum er, nevniliga, manglandi ella eingin lóggáva. Samantvinna við manglandi politiskar málsetningar og hugsjónir. Ella sagt soleiðis – eingin sigur hvat tað er fyri tænasta borgarin hevur krav uppá.

Sjálvandi veit eg at lógin um barnavernd er til, men hví er tað tá so lætt, ikki at veita tey tilboð ið hesi børn og ung hava krav uppá? Men innan serstovnaøki er bert forsorgarlógin galdandi, og er hendan ein gomul og ótíðarhóskandi lóg.

Samstundis er tað átaluvert, at námsfrøðin fær so lítla, og ofta onga rúmd á stovnum, ið klárt hava eina námsfrøðiliga uppgávu í samfelagnum. Sjáldan ella ongantíð verður lýst eftir námsfrøðiligum fakfólki, fakfólk vera ikki spurd um ráð tá ið broytingar skulu gerast, alt hetta týður uppá at virðingin fyri tí servitan námsfrøðingar hava ikki er serliga stór. Gongdin tykist vera, innan námsfrøðiligar stovnar undir Nærverkinum, at teir í størri og størri mun skulu gerast goymslustovnar og ikki menningarstovnar. Hetta minnir ikki sørt um “Rødbygaard” støðuna.

Nú má skil fáast á Almannaráðnum og har undir Nærverki. Tá Ráðharrin ikki hevur stýr á støðuni – er ikki tá tíð hjá Løgmanni, at traðka til?


Jógvan Philbrow
Nevndarlimur Føroya pedagogfelag.

Created: 09 April 2014