Tað er nokk OK tað heila.

Má ásannað, seinasta veljarakanningin hjá Fynd, var heldur skuffandi. Onkur roynir at spinna at hetta er ein sigur fyri andstøðuna, serliga Javnaðarflokkin.

 

Sjálvur haldi eg at kanningin staðfesti, at alt er við tað sama í Føroyum. Eingin hugsjón, eingin stórvegis broyting, í nøkrum sum helst - status quo - verður varðveitt. 

 

Alt tað sum, allarhelst ein minniluti í samfelagnum, hevur rópt um 

  • Gongdin móti tí minni samhaldsfasta samfelagnum við at skunda flatskattin ígjøgnum løgtingið uttan veruliga viðgerð ella kjak.
  • Hækkingin av eftirlønarskattinum og forskatting av sama, ið kemur at verða ein dýrur smeitur um nøkur ár, tá hesir pengarnar fara at mangla í.
  • Rokið um møguliga “óreglusemi” hjá landsstýrismannin í fíggjarmálum.
  • Rokið um ein undirsjóvartunnil ella fleiri.
  • Rokið um landsstýrismannin í vinnumálum.
  • Hvussu nógv skuldi ikki trýstast fyri at fáa betir umstøður til sálarsjúk?
  • Hvussu fiskirættindi verða latin ella ikki?
  • Hvør verður biðin at kanna hvønn?
  • Hvussu trupulleikin við manglandi tilflyting ikki verður viðgjørdur.
  • Manglandi áseting fátækramark.

Fer eftir fer koma “stórmál”, sum á ein ella annan hátt vísa, at okkara fólkaræði ikki hevur tað so gott, men einki verður gjørt. Kanningin tykist siga, at soleiðis hava vit tað best. 

Tað passar okkum fínt. 

Nakrar fáar atkvøður flyta seg, 3-4 fólk vera sett á síðulinjuni næstu 4 árini av loyst av 3-4 sum máttu sita uttanfyri seinast og so koyrir alt víðari sum tað plagar.

Munur á politikkinum? Tja, kanska bara munur á hvør familja hevur meira at siga - politikkurin líkist alt ov nógv.

 

Tað einasta vit kunnu staðfesta er at tað verður nokk - business as usual.

 

 

Created: 07 November 2014