Tað ger nokk tað sama hvønn tú velur til næsta val.

At vera tilvitaður um samfelagið og politikk, verður sagt at vera týdningarmikið. Hvussu oftani hoyra vit ikki at “veljarin hevur stutt minni” ella at fjøldin er býtt”? 

 

Spurningurin er bara um tað passar - ella um tað ikki meira sannlíkt, at veljarin/borgarin hevur gjøgnumskoða, at tað ger stórt sæð tað sama hvussu atkvøtt verður, tá val verður - tí tú fært bara tað sama kortini. 

Politisku flokkarnir tykjast ikki vera áhugaðir í at gera nakað veruligt - at føra politikk er vorið eitt spæl har nøkur fáa stýri. Valdsbýtið broytist kanska eitt vet hvørt val - fyri tey flestu eru tað bara nakrar smærri broytingar í politisku skipanini - ongar veruligar broytingar vera gjørdar. 

Tað er næstan ein automatikkur í retorikkinum - dialogur er ikki uppá tal, tí sigur ein flokkur “a”, sigur næsti “b” og soleiðis heldur tað áfram. Vit borgarar vita hvat slagorðini hjá teimum ymisku flokkunum er og hava kanska eftirhondini ikki tørv á at hoyra nakað kjak, tí vit vita hvat hvør sigur. Og eingin sigur nakað serliga nýtt. 

Politikkararnir og flokkarnir hava nokk eisini áhuga í at “alt verður við tað sama” - tað er jú tryggasti háttur, at varðveita sítt starv og sítt vald. Eg minnist eitt val, har ein segði, at hann vónaði, at teir politikkararnir, sum komu til valdi, vóru teir sum gjørdu minst - tí so gjørdu teir minst skaða. Haldi at flestu politikkarar hava gjøgnumskoða hetta og tískil snýr tað seg meira um, at spæla spælið enn at gera nakað skilagott fyri samfelagið - spurningurin er bara um vit framhaldandi hava ráð til at føra politikk á hendan hátt. 

Onkur politikkari vil vera við, at hetta kann hjálpast við “blokk politikk” soleiðis, at veljarin veit hvat hann fær, eftir eitt val - vænti nú ikki danir halda seg hava fingið tað, sum teir valdu, sjálvt um teir hava blokk politikk. Skilji nú heldur ikki ordiliga hví tað er skilagott.

Í teoriini hava vit eitt fólkaræði, men fólkaræði er hertikið av politisku serfrøðingunum, sum hava megna, at skapað sítt egna politiska mál og stætt. Teir siga, hvat vit, eiga at halda, hevur týdning fyri samfelagið. Við at siga hvat hevur týdning, siga tey jú eisini hvørjar “loysnir” skulu til - og talan er stórt sæð um tríggjar møguleikar - minka um játtanina, halda stand ella játta meira pening. 

Hvør politikkari spælir hetta spæl fyri sítt ella síni og um onkur setur ov nærgangandi spurningar, so vera tey ignorera ella niðurgjørd. 

Tann sum valdur verður, hevur, sum oftast, familjuna ella pengarnar í rygginum - og harvið er tað eisini teirra fyrsta mál at styrkja hesi - tí harvið tryggjar man sítt egna bakland og víðari luttøku í hesum framhaldandi spæli. 

 

Og eftir standa vit borgarar og undrast yvir manglandi loysnir og eitt samfelag, sum tykist onga kós hava. Tíverri ger tað nokk tað sama, hvønn tú velur næstu ferð val verður. 

 

Created: 10 November 2014