At sleppa at hoyra til samfelagið, skapar eitt sunt samfelag.

Eitt sunt samfelag er treytað av, at tey sum búgva her, kenna at tey hoyra til samfelagið.

 

Tá tú kennir teg hoyra til, vil tú vera meira sinnaður at arbeiða fyri felagsskapin og seta tín egna tørv til síðis fyri at stuðla. Tá vit kenna at vit hoyra til, uppbyggir tað eitt samanhald, ið kann styrkja ein hvønn felagsskap.

 

Tað er týðiligt í t.d. einum ítróttarfelagi ella líknandi, at samanhald er ein grundarsteinur fyri, at fáa felagið at virka væl. 

 

Arbeiðspláss við góðum samanhaldi, eru eisini við at skapa eitt betur arbeiðsumhvørvi og harvið betri produktivitet.

 

Tað tykist sum um samfelagið er í upploysn, borgarin er farin at ivast í, hví júst hann skal gjalda til felagsskapin. Samanhaldi minkar og einstaki borgarin roynir at tryggja seg og síni. Hetta verður oftað gjørt við at skjóta skylduna av samfelagstrupulleikunum, á ávísar samfelagsbólkar. Ella hesir sleppa ikki at hoyra til.

 

Uttan hesa kensluna at hoyra til felagsskapin, gerst tað eisini meira lógligt at vilja sleppa sær undan at fíggja felagsskapin.

 

Okkum tørvar, sum samfelag, at vit arbeiða meira við samhaldsfesti, ikki bert við orðum, men eisini í gerðum - hetta snýr seg ikki bert um pengar - men um at loyva øllum at hoyra til og harvið luttaka í samfelagnum. Soleiðis verður leiðin skapt til eitt meira samhaldsfast samfelag har fleiri og fleiri vilja gera sítt til, at tað eydnast. 

 

Kensluna av at hoyra til, eigur at vera partur av øllum lutum í samfelagnum. Er talan um hvussu vit arbeiða við børnum á dagstovnum og skúlum, eigur tað at vera ein málrættaður setningur. Er talan um fólk við fremmandum uppruna, ung, vaksin ella gomul eigur tað at vera setningurin hjá landinum og kommununi. Eitt fjøltátta samfelag er ein styrki fyri øll. 

 

Løgtingið átti í størri mun sett sær fyri,d at arbeitt við, hvussu vit kunnu styrkja um kensluna av, at hoyra til. Ikki sum nú, at styggja ymiskar samfelagsbólkar burtur. Verður tað vegna fíggjarligar, trúar ella onnur viðurskifti.

 

 

At hoyra til styrkir samfelagið - okkum øll - í Føroyum gera øll mun. 

Created: 17 November 2014