Gevist við eykagjøldum!

Barnafátækradømið er ein trupulleiki. At tørvur er á einum felagsskapi sum “Í menniskjum góður tokki” er prógv um tað. Um onkur nú skuldi ivast.

 

Tað er tó ymiskt sum vit, ið arbeiða innan dagstovnar, dagrøktir ella skúlar kunnu gera, sum kann lætta um hjá nógvum.

 

Á dagstovnum vindur tað uppá seg, at “kravt” verður eitt eykagjald, t.d. til onkran serligan matdag, eina útferð ella okkurt líknandi. Hetta tykist so “óskyldugt”, eina 20 kr. her og ein onnur har. Av og á er tað ein pakki við onkrum viðskera ella líknandi.

 

Í skúlanum er tað verri, upphæddirnar blíva størri og størri og krøvini til pengar somuleiðis. 

Samlast skal inn til skúlaútferðir, gjaldast skal til vanligar útferðir og ymiskt annað, ið ikki er “beinleiðis” tengt at vanliga skúlatímunum. Onkuntíð er lagt upp fyri, at “tað er ikki neyðugt at vera við”, tað er nú ikki heilt rætt!? Barnið sum ikki kemur við missur nakrar upplivingar saman við sínum floksfeløgum og er í vanda, at vera sett/ur uttanfyri sosialu samveruna í flokkinum. Trivnaður er longu eitt týðandi arbeiðsøkið í skúlanum.

 

Her haldi eg at kommunur, dagstovnar, dagrøktir og skúlar eiga at tryggja, at nokk av pengum eru settar av til raksturin, soleiðis at eingi eykagjøld koma sníkjandi inn í skipanina. Brúkaragjald er longu í dagstovnunum, har ásett er at gjaldast skal í mesta lagi 1/3 av rakstrinum, tey við lægst inntøkur kunnu fáa frípláss, ímeðan skúlin eigur at vera ókeypis.

 

 

Vit kunnu gera mun við, at halda okkum til reglurnar í verandi skipanum.

 

Created: 22 November 2014