Politikkur og pedagogikkur 

Seinasta góða mánan havi eg roynt at skriva nakrar greinar, sum hava snúð seg um nøkur pedagogisk hugtøk, ið eru lýst við einum samfelagsligum sjónarmiði. 

 

Talan er um fýra hugtøk, at hoyra til, at megna, at vera sjálvbjargin og at vera hjálpsamur. Hesi hugtøk hava týdning, haldi eg, í mun til hvussu arbeitt verður við børnum, ungum, tilkomnum, eldri, gomlum, í grundini við øllum í samfelagnum. Til ber at samantvinna tørvir hjá tí einstaka við tørvin hjá samfelagnum, ið eg haldi eru óloysiliga samantvinna.

 

At sleppa at hoyra til samfelagið, skapar eitt sunt samfelag. 

 

Eitt sunt samfelag er treytað av, at tey sum búgva her, kenna at tey hoyra til samfelagið.

 

Tá tú kennir teg hoyra til, vil tú vera meira sinnaður at arbeiða fyri felagsskapin og seta tín egna tørv til síðis fyri at stuðla. Tá vit kenna at vit hoyra til, uppbyggir tað eitt samanhald, ið kann styrkja ein hvønn felagsskap.

 

Tað er týðiligt í t.d. einum ítróttarfelagi ella líknandi, at samanhald er ein grundarsteinur fyri, at fáa felagið at virka væl. 

 

Arbeiðspláss við góðum samanhaldi, eru eisini við at skapa eitt betur arbeiðsumhvørvi og harvið betri produktivitet.

Tað tykist sum um samfelagið er í upploysn, borgarin er farin at ivast í, hví júst hann skal gjalda til felagsskapin. Samanhaldi minkar og einstaki borgarin roynir at tryggja seg og síni. Hetta verður oftað gjørt við at skjóta skylduna av samfelagstrupulleikunum, á ávísar samfelagsbólkar. Ella hesir sleppa ikki at hoyra til.

 

Uttan hesa kensluna at hoyra til felagsskapin, gerst tað eisini meira lógligt at vilja sleppa sær undan at fíggja felagsskapin.

 

Okkum tørvar, sum samfelag, at vit arbeiða meira við samhaldsfesti, ikki bert við orðum, men eisini í gerðum - hetta snýr seg ikki bert um pengar - men um at loyva øllum at hoyra til og harvið luttaka í samfelagnum. Soleiðis verður leiðin skapt til eitt meira samhaldsfast samfelag har fleiri og fleiri vilja gera sítt til, at tað eydnast. 

 

Kensluna av at hoyra til, eigur at vera partur av øllum lutum í samfelagnum. Er talan um hvussu vit arbeiða við børnum á dagstovnum og skúlum, eigur tað at vera ein málrættaður setningur. Er talan um fólk við fremmandum uppruna, ung, vaksin ella gomul eigur tað at vera setningurin hjá landinum og kommununi. Eitt fjøltátta samfelag er ein styrki fyri øll. 

 

Løgtingið átti í størri mun sett sær fyri,d at arbeitt við, hvussu vit kunnu styrkja um kensluna av, at hoyra til. Ikki sum nú, at styggja ymiskar samfelagsbólkar burtur. Verður tað vegna fíggjarligar, trúar ella onnur viðurskifti.

 

At hoyra til styrkir samfelagið - okkum øll - í Føroyum gera øll mun. 

 

At megna

 

Kensluna av at “tú megnar” er grundarlagið undir kensluna av at vera sjálvbjargin. At megna merkir at tú veit at tú kann, at tú trýrt uppá egin evni. At vita at man megnar gevur styrki. Alt ov oftani verður víst á forðingar fyri at fara í gongd, ella fyri, at gera okkurt, ið hevur felags gagn fyri heimin ella samfelagið. Eitt samfelag sum megnar, at møta avbjóðingarnar, ið uttan iva koma ella eru, er eitt sunnari samfelag enn tað, sum longu hevur givið upp. Føroyar og føroyingar megna eina rúgvu, vinnuligt, sosialt og búskaparligt - tað sum vit tykjast mangla er ein vilja og evnini at seta tingini í ein størri samanhang.

 

At vera sjálvbjargin

 

At arbeiða fram ímóti, at menniskja gerst sjálvbjargið, er ein av høvuðs setningunum í allari námsfrøðini.  

Hetta tó at vit eru vitandi um, at einki menniskja kann vera annað menniskju fyriuttan. Sum kenda reglan í einari yrking hjá John Donne sigur “No man is an island” (Ein maður er ikki ein oyggj).

 

Tó verður lívið ikki altíð lættarið, av at vera sjálvbjargin - tí tá er menniskja tvungið at gera, handla ella hugsað sjálvt. 

 

Eitt samfelag, ið ikki eigur sjálvbjargnar borgarar, gongur helst til grundar. Spurningurin er so eisini, um tað ikki er lagnan, tá eitt samfelag ikki er sjálvbjargið? 

 

Tað kann vera eg taki feil, men eg haldi meg síggja tað í minkandi virðing fyri málinum, minkandi fatan av siðum og mentanini. At hava virðing merkir ikki at alt stendur í stað. Onkur vil halda, hetta eru treytirnar fyri alheimsgeringina. Eg haldi tað er eitt tekin, um eina politiska skipan ið er brotin.

 

At vera sjálvbjargin gevur mót, gevur virðing og gevur styrki. 

Tá tú er sjálvbjargin ber til at møta heiminum og siga “góðan dag hetta klári eg og hetta taki eg avleiðingarnar av.” At vera sjálvbjargin merkir, at tú ikki bíðar eftir at onnur siga hvat tú skal ella ikki skal, men at tú sjálv/ur ger og góðtekur tær avtalur, sum skulu gerast.

 

Eitt samfelag í menning, er eitt samfelag, har hvør einstakur strembar móti, at gerast meira sjálvbjargin - eins og samfelagið strembar sama veg.

 

At gera mun

 

Mahatma Gandhi segði einaferð “The best way to find yourself is to lose yourself in the service of  others.” (Besti hátturin at finna teg sjálvan er at missa teg sjálvan burtur í tænastu til onnur).

 

At gera mun, vera til nyttu ella vera ein hjálp ella stuðul hjá einum øðrum menniskja, er í ymiskum samanhangum mett at vera ein av orsøkunum til vælveruna hjá okkum.

 

Kenslan av at gera mun, gevur í mínari verð, lívinum størri meining. Á sama hátt sum tað hevur týdning at hoyra til, at megna og at vera sjálvbjargin, hevur hendan kenslan av at kunna vera til gagns ella hjálpa øðrum og vera til nyttu týdning fyri menniskja.

 

Í dagliga arbeiðinum sum námsfrøðingur, hevur tað tískil týdning at arbeitt verður miðvíst við, at tryggja, at øll børn hava ella varðveita kensluna av, at tey kunnu gera mun. Hetta er eitt sera einfalt hugtak. Tað snýr seg ikki um at loysa allar trupulleikar hjá einum øðrum menniskja, men tað kann verða okkurt so einfalt, sum eitt smíl í tí røttu løtuni.

 

Eitt tað besta við at búgva í Føroyum er, kenslan av at “eg kann gera mun”. Hetta er í stóran mun orsøkin til, at eg velja at vera verandi. 

At tað er so mikið stutt millum “valdsharran” (politikkaran) og meg gevur mær tann tryggleika, at til ber, at ávirka tær avgerðir, sum vera tiknar. Kósin er kanska skeiv í løtuni - við kommunusamanleggingum tykist avstandurin millum borgaran og politikkaran at økjast, og samstundis gerst tað minni týðuligt, hvussu løgtingið og landsstýri tekur avgerðirnar. Her hevði tað verið betur um tað var meira gjøgnumskygd, hvussu avgerðir blivu tiknar. Hetta hevði viðført, at vit borgarar, høvdu størri forstáilsi og innlit í avgerðunum.

 

Eg havi einki móti at gjalda skatt til eitt samfelag, um peningurin bleiv nýttur til skilagóðar íløgur, íløgur sum hjálpa borgaran í samfelagnum, sum eg eri partur av. 

 

Hetta hevur tó ikki verði týðuligt seinastu árini. Hesi árini tykist tað meira og meira, sum um eg skal gjalda fyri, at onnur - annars vælbjargað, skulu sleppa undan. Hetta niður lagar felagsskapin, sum eitt samfelag annars er. 

Eg hevði væl tíma at goldið meira um heilsuverk, børn, ung og tey eldru fingu betur kor. At veita skattalættar fyri síðani at pína hesi, gevur als ikki meining. 

 

At síggja, hoyra og rúma

 

Í pedagogikkinum er tað ábyrgdin hjá tí vaksna at syrgja fyri at børn, ung ella onnur, varðveita, fáa møguleikan til og fáa styrkt teirra kenslu av, at hoyra til, at megna, at vera sjálvbjargin og at vera hjálpsom. Á sama hátt, haldi eg, hevur samfelagið ábyrgd av, at veita trygd fyri, at tann einstaki borgarin hevur møguleika, at virka í samfelagnum - at einstaki borgarin kann hoyra til, at einstaki borgarin kann vera tryggur í at hann megnar tær avbjóðingarnar sum hann fær, at einstaki borgarin kann og sleppur at vera sjálvbjargin og ikki minst at einstaki borgarin sleppur at gera mun, vera  hjálpsamur yvirfyri onnur.

 

Samfelagið hevur ábyrgd fyri tann einstaka, men hetta merkir ikki at einstaki ikki hevur ábyrgd av sær sjálvum. Samfelagið eigur at veita tryggar og góðar karmar hjá tí einstaka at virka í.

 

Vit velja hvat vit síggja, hoyra ella rúma.

 

Sum samfelag er tað okkara ábyrgd at síggja, hoyra og rúma tørvin hjá tí einstaka. 

Created: 04 December 2014