Eitt sunt arbeiðsumhvørvið?

 

Nú er ovboðið, niður gerðingin av starvsfólkunum innan dagstovnaøki heldur fram - verður nokk ikki leingi áðrenn ein almennur “finn ein námsfrøðing at happa” dagur verður innførdur av ávísum kommunalu umsitingunum.

 

Til seinastu samráðingarnar var eitt av krøvunum, hjá Pedagogfelagnum, at ein avtala um at arbeiða fyri einum góðum sálarligum umhvørvið var við í semjuni. Tað hildu kommunurnar var púra óneyðugt - tí tað megnaðu tær sjálvar at syrgja fyri. 

 

Eftirfylgjandi hava vit tó verið vitnið til tað mótsatta - tí tað er nógv sum hendir aftanfyri leiktjøldini. Eitt var ella er hugurin hjá einari ávísari kommunu, at spara samanlagt 10-12 túsund kr. mánaðarliga við at trekkja eina játtaða viðbót til umleið 10 leiðarar í kommununi. 

So hava vit kommunurnar, sum týðuliga halda at dagstovnarnir ikki gera eitt nóg gott arbeiði, tí tær hava tørv á at flyta børnini skjótari úr skipanini, inn í forskúlar. Trivnaðarstjórin í ávísari kommunu vil ikki rósa dagstovnunum, tá tað vísir seg at foreldur heldur velja dagstovnin enn forskúlan, men kemur við ymiskum øðrum undanførslum.
Tað sama ger borgarstjóri í aðrari kommunu, sum tvíheldur um at børnini skulu í eina skipan, sum foreldur beinleiðis hava mótmælt verður sett í verk fyri teirra børn. Ístaðin fyri at brúka høvi at viðurkenna at starvsfólkini á teimum kommunalu stovnunum gera eitt gott arbeiði, brúkar hann møguleikan at niðurgerða tey við at noyða eina nýggja forskúlaskipan í gongd.

Síðani kemur nýggjasta álopið á arbeiðsumhvørvið - har høvuðsstaðar kommunan nú er í gongd við at gera bygnaðarbroytingar, uttan at taka starvsfólkini við uppá ráð. 

 

Tá stórar bygnaðarligar broytingar vera gjørdar, er sjálvsagt neyðugt at hava starvsfólkini við í gongdini. Sjálvandi eigur kommunan at spyrja inn til hvussu starvsfólkini meta at góðskan á stovnunum kann økjast - tí tað er vælsaktans tí broytingarnar verða framdar - fyri at gera tænastuna betur?

 

Eru allir leiðarar í kommununi ov vánaligir,  er tað tí teir nú skulu umskipast til námsføðiligir leiðarar fyri ein part og  vanlig arbeiðsfólk, meðan ein yvirleiðari/økisleiðsla verður sett fyri fleiri stovnar. Hvussu tað ber til at vera “námsfrøðiligur leiðari” uttan at hava fíggjarliga- og starvsfólkaábyrgd verður ein trupul uppgáva.

Avstandurin hjá starvsfólkunum til leiðsluna gerst eisini longri, so væntast kann at fleiri trupulleikar fara at koma.

 

Hvør skuldi trú at vit vóru í 2015. 

 

Vit skulu kanska ynskja okkara nýggju starvsfeløgunum í eldraøkinum vælkomin í hetta góða og trygga arbeiðsumhvørvið, har kommunur duga so væl at vísa virðing fyri sínum starvsfólkum.

 

Created: 28 January 2015