Nýggj sosial lóggáva á breddan

Føroya Pedagogfelag hevur í mong ár víst á , at tørvur er á einari nýggjari dagførdari sosial lóggávu. Einari lóggávu, sum veruliga kundi tryggja borgaran og tey starvsfólk, sum dagliga røkja sínar skyldir innan ta almenna sosiala arbeiðsplássið. Eg haldi sjálvur ikki at felagið í nóg stóran mun hevur strongt almennu politisku skipanina á hendan trupulleikan. Onkrar smávegis broytingar eru gjørdar innan almannaverkið, men hetta hevur ikki skapt tann neyðuga tryggleikan hjá borgarum ella starvsfólkum.

 

Lóggávan um almannaverki er ov veik og hevur ikki neyðturviliga áhugamálini hjá borgaranum í miðdeplinum.

 

Tankarnir um at seta borgaran í miðdepilin, sum umskipanin av almannaverkinum hevði til endamáls at gera, vóru í grundini ikki so vánaligar. Tíverri tykist tað sum, at tað í nógvum førum ikki er borgarin sum er vorðin miðdepil, heldur er tað einstøku játtanirnar sum eru komin í miðdepilin.

 

Sum so oftani tá “bygnaðarbroytingar” vera framdar er veruliga dagsskráin at verja pengakassarnar og ikki at verja borgaran. Tankin við “eindunum” var nokk at gera tað heila meira lagaligt og betur at kunna gagnnýta starvsfólkini. Einstøku stovnsleiðslurnar vóru avtiknar og nýggjar settar í størri eindum. Í summum førum sigst tað at virka væl - tey støðini sum náttúruliga hoyra saman, eisini landfrøðiligt. Meðan tað, ið øðrum førum er fari, at virka nógv verri, helst til ampað fyri bæði borgaran og fyri starvsfólkini.

 

Námsfrøðiliga fakið er eitt fak har sambandið millum menniskju hevur týdning, hetta er eisini galdandi á stovnunum hjá almannaverkinum. Í fleiri førum er frástøðan millum leiðslu og starvsfólk vorðin ov long og drúgv og kenna starvsfólkini tað sum tann dagliga námsfrøðiliga og umsitingarliga leiðslan er ov langt burturi. Leiðslurnar hava tískil havt torført við at skilja gerandisdagin og hevur tískil ikki  ikki megnað at ráðgeva og skilja tørvirnir hjá borgarunum og starvsfólkunum. 

 

Sosiallóggávan eigur at vera við, at tryggja, at borgarin er undir tryggum umstøðum, har eitt minstamark er ásett fyri “stuðli” ella eini normering. Við normering hugsið eg at ein tørvsmeting verður gjørd av borgarunum og í mun til ta tørvsmeting, verður ein týðulig ætlan sett av hvør hjálp skal setast inn fyri hvønn einstakan.

 

 

Tíðin er farin frá skipanir sum virka “sum best ber til”. Borgarin og starvsfólkini hava uppiborið betur.

 

Created: 31 March 2015