Trý ynski til komandi løgtingsval

Føroya Pedagogfelag hevur trý ynski til politisku flokkarnar til komandi løgtingsval – talan er um trý fet á leiðini til betri og tryggari viðurskifti fyri børn, borgarar og limir felagsins.

Eitt ynski er, at politisku flokkarnir taka støðu til normeringar ella tímajáttanir til børn á dagstovnum. Her er tørvur á einum minstamarki fyri játtaðum tímum til hvørt barnið á stovni - í dag er eingin lógaráseting, ið sigur, hvar hetta markið er, og hevur ein kommuna tískil einki minstamark at halda seg til. Uttan hetta minstamark er alt ov lætt at minka um tímarnar og harvið tænastuna á dagstovnunum, og hetta rakar serliga børnini. Børnini hava uppiborið trygg viðurskifti.
Til komandi løgtingsval fara vit at mæla okkara limum at velja fólk í Løgtingið, sum taka normeringar og tímajáttanir á dagstovnum í álvara.

Eitt annað ynski til politisku flokkarnir er, at arbeiðið við at smíða eina sosiallóggávu – tænastulógina – heldur fram. Talan er um eina tiltrongda lóg, ið eigur at tryggja minstukrøv til tað, sum almennu Føroyar bjóða okkara veikastu og mest óhjálpnu borgarum. Okkum tørvar sum samfelag at taka støðu til, hvørji rættindi og skyldur okkara borgarar skulu hava, og hvussu almennu Føroyar skulu liva upp til hesi rættindi og skyldur. Spurningar um bústað, hjálp/vegleiðing og møguleikar at geva sítt íkast til samfelagið eiga at vera fevnd av slíkari lóggávu. Hetta eru viðurskifti, sum okkara mest útsettu borgarar stríðast við í gerandisdegnum, og harvið eru hetta eisini viðurskifti, ið raka limir í Føroya Pedagogfelag, sum arbeiða við hesum somu borgarum.
Til komandi løgtingsval fara vit at mæla okkara limum til at velja fólk í Løgtingið, sum taka eina sosiallóggávu í álvara.

Triðja ynskið er, at politisku flokkarnir taka støðu til eina almenna lønartalvu. Eitt er at virða samráðingarrættin hjá fakfeløgunum, eitt annað er at goyma seg aftanfyri hetta sama hugtakið uttan veruliga at skula taka støðu til verandi gongd. Okkum tørvar rættvísar lønarskipanir, har tað er týðuligt, hvussu lønirnar verða ásettar, og har ein minstaløn eisini er ásett. Tað ber ikki til at tvíhalda um, at lønirnar hjá til dømis limum í Føroya Pedagogfelag skulu verða verandi lágar, bara tí at tað hava tær søguliga altíð verið. Við verandi gongd gerst munurin millum lønirnar hjá okkara fakbólki og onnur støðugt størri – tí øll skulu taka til takkar við somu prosenthækking í lønum. Tað merkir, at hægri lønir sjálvandi altíð fáa hægri lønarhækking í krónum enn tær lægru lønirnar. Munurin økist bert. Hetta kunnu vit ikki halda fram við at góðtaka. Tí ynskja vit eina almenna lønartalvu, har minstaløn verður ásett, og lønin annars er í samsvar við útbúgvingarstøðið.
Til komandi løgtingsval fara vit at mæla okkara limum til at velja fólk í Løgtingið, sum vilja arbeiða við og fyri einari almennari lønarskipan.

Føroya Pedagogfelag er partapolitiskt óheft, og heitir við hesum bert á limirnar um at hugsa seg væl um, tá tey skulu seta krossin á komandi løgtingsvali.

Jógvan Philbrow
formaður í Føroya Pedagogfelag

Created: 07 August 2015