Ein greið almenn lønarskipan, sjálvandi!

Vit hava brúk fyri eini almennari lønarskipan, eini skipan, sum er greið og løtt at skilja.

Grundtankin er, at ein slík skipan skal verða grundað á útbúgvingarstøðið. Tað merkir, at tað er útbúgvingarstøði, tyngdin, sum verður avgerandi fyri, hvørja grundløn tú fært í arbeiði hjá tí almenna. Fleiri ymiskir fakbólkar, sum arbeiða innan tað almenna, hava tað til felags, at útbúgvingin er á bachelor støði. Námsfrøðingar, lærarar, sjúkrarøktarfrøðingar og fleiri. Hesir fakbólkarnar fáa í dag ymiska grundløn, og kann munurin vera rættuliga stórur.

Hetta gav kanska meining einaferð – øll fakøkini hava ikki havt heilt tey somu útbúgvingarligu krøvini og hava virkað undir ymiskum fortreytum. Soleiðis er tó ikki í dag. Bara í Føroyum bjóðar Fróðskaparsetur Føroya fleiri útbúgvingar á bachelor stigi. Í dag gevur tað minni og minni meining, at munur skal vera á grundlønini hjá hesum fakbólkum. Tíðin er komin til, at vit gera upp við hesa eftirhondini avoldaðu skipan. 

Meginparturin av limunum í Føroya Pedagogfelag hoyra til ein láglønar bólk. Orsøkin er ikki, eftir mínum tykki, at fakfelagið hevur dugað serliga illa at samrátt seg til betri lønir, heldur er orsøkin søgulig. Í grundini vóru fak, sum eru sprottin úr umsorganargeiranum, og í høvuðsheitinum høvdu kvinnuliga arbeiðsmegi, illa lønt ella beinleiðis ólønt.

Hetta er tó nógv broytt.

Sum samfelagið er ment, eru krøvini til flestu av hesum fakøkjunum økt og arbeiðið er blivið meira skipað, professionelt og krevur meiri vitan.

Føroya Pedagogfelag var stovnað 1. juni 1982, fyrst sum áhugafelag og ikki fyrr enn í áleið 1989 fekk felagið samráðingarrættin. Tá var grundarlagið longu lagt fyri at varðveita okkara limir í láglønarbólkinum – og síðani tá er samfelagið eisini nógv broytt. Tá var tað eitt sindur ymiskt, hvat útbúgvingarkravið var, fyri at kunna kalla seg “pedagog”, og tá vóru fleiri útbúgvingar við fleiri ymiskum áramálum og innihaldskrøvum. Í dag er útbúgvingarskipanin meira einsháttað, óansæð um tú tekur útbúgvingina í Føroyum ella aðrastaðni.

Tíðin er farin frá, at tilvildin ella søguligar orsøkir skulu liggja til grund fyri at varðveita láglønarstøðið hjá limum okkara. Tíðin er komin, at politikarar tora at seta arbeiði í gongd, ið kann gera upp við hesi viðurskifti.

Sjálvandi skulu tey, sum hava líknandi útbúgvingarstig og tyngd, lønast við somu grundløn.

Til komandi løgtingsval fara vit at mæla okkara limir til at velja fólk í Løgtingið, sum vilja arbeiða við og fyri einari almennari lønarskipan.

Created: 07 August 2015

AcyMailing Module