Samfelagið má tryggja børnini.

Nýtt sjálvstýri er komið við einum uppskotið, ið skal loyva foreldrum, at fáa pening fyri at vera heima hjá sínum barnið, og eg undrist og spyrji hvat er endamálið við hesum?



 

Í dag er tað soleiðis, at barsilsfarloyvið er upp í 46 vikur.

Hetta merkir,  at ein kommuna longu hevur nóg mikð av tíð, at finna útav, at eitt pláss eigur at vera tøkt. At vísa til eina skipan í Odense, sum ber orð fyri at raðfesta dagstovnar og børn sera lágt,  er ikki nøkur dygd.

Tíðin er farin frá at samfelagið tekur atlit til foreldur, heldur enn atlit til barnsins besta. Kjarnuhugsanin í dagstovnalógini er, at menna og menta børnini á fullgóðan hátt. Um nakað skuldi verið gjørt, so er tað ein endurskoðan av lógini um dagstovnar og dagrøktir, sum skuldi syrgt fyri,  at tryggja øllum børnum í landinum javnbjóðis atgongd til dygdargóðar stovnar. 

Hetta uppskotið byggir ikki á at tryggja børnum eina dygdargóða framtíð. Um so var, so hevði ætlanin ella uppskotið snúð seg, um at geva fleiri møguleikan at útbúgva seg til námsfrøðing og kravt, at øll sum arbeiða við børnum hava eina útbúgving.

Í dag er tað soleiðis, at tvær inntøkur skulu til fyri at ein familja kann lívbjarga sær við rímiligari lívsgóðsku.

Fleiri ganga við einari “romantiskari” mynd av hvussu tað var fyrr í tíðini. Veruleikin er nokk ikki heilt so ljósareyður,  við størri títtleika í deyðsføllum ella álvarsomum vanlukkum.

Tað er blivið soleiðis, at vegirnir eru blivnir tómir fyri børnum. “Barndommensgade” er flutt yvir í barnagarðarnar (dagstovnarnar), har børn fáa høvi at spæla, vera saman við, og mennast saman við øðrum børnum, í einum tryggum og barnavinarligum umhvørvið - har útbúgvið fólk er um tey og bæði fyribyrgja og stuðla undir teirra menning.

Kvinnupolitiskt?

Eingin eigur at vera bundin at øðrum, fyri at eiga til dagin og vegin. Og ein persónur, sum er bundin at inntøkuni hjá øðrum,  er settur í eina keðiliga støðu og missir ávirkan og vald á egið lív. Hetta haldi eg er ein skeiv gongd fyri alt samfelagið, ið heldur eigur at arbeiða fram móti at øll megna sítt.
Eisini er tað neyðugt fyri framtíðarbúskapin, at øll spara upp til aldurdómin - og tað ger man ikki,  tá man er heima uttan løn. Vandið er fyri at skipanirnar eru viðvirkandi til at vit fara at hava tveir samfelagsbólkar, har tann eini kemur at hava meira til aldurdómin enn hin. Ein partur missir longu eftirløn við at fara í barsil, umframt at kvinnur longu arbeiða í teimum verri løntu størvunum.

Kommunalpolitiskt valagn?

Tað tykist mær,  at tað eisini er vandi fyri at hetta uppskotið snýr seg mest um at tekjast veljarum, ið ikki hava til uppgávu at hugsa um heildina. Tað hava tit sum løgtingsfólk.

Eg vil tískil frámæla uppskotið.

http://logting.fo/files/casestate/15967/063.15%20U.t.s.%20um%20dagstovnar%20og%20dagrokt.pdf

Created: 23 August 2016