Sjálvandi virði eg foreldur!

Onkur vil vera við, at eg virði ikki foreldur, tí eg mæli frá, at foreldur fáa pening fyri at hava børn síni heima, og halda á fram við at siga, at dagstovnar eru eitt "nødvendigt onde".


 

Soleiðis hanga tingini ikki saman. Dagstovnar eru partar av samfelagnum og er tað eitt neyðugt stað hjá børnum at vera í. Eins og tað er neyðugt, at ganga í skúla.

Tá børn eru á stovni, er tað alneyðugt, at tey fáa eitt góðskuríkt tilboð. Hvørt stovnurin eitur ein vøggustova, barnagarður ella ein skúli er líkamikið.

Foreldur skulu ikki hava ringa samvitsku av, at koyra børnini á dagstovn. Sama er galdandi er at tey ikki skulu hava ringa samvitsku um, at tey fara í skúla. Tað er einki galið í at barnsins lív eisini gongur fyri seg á einum dagstovni.  Vit,  sum vara av stovnunum,  mugu tó tryggja okkum,  at hetta er eitt gott og mennandi tilboð. Børnini mugu fáa bestu møguleikarnar at mennast og vaksa upp í. Fyri at tað kann tryggjast, er neyðugt,  at fólk, ið eru útbúgvin til tað sama, fáa neyðugar umstøður at virka undir fyri at tryggja eitt gott og mennandi umhvørvi.

Tí haldi eg,  at ein endurskoðan av lógini um dagstovnar og dagrøktir eigur heldur at snúgva seg um at tryggja børnunum betri umstøður. T.d  hevði ein skipan við einum minstamarki fyri tímajáttan til børnini verið sera skilagóð. Vit kunnu eisini kalla hetta eina minimumsnormering

Samfelagið er meira samansett enn kjakið oftani letur upp fyri - og tíðin er farin frá at vera heimagangandi (um tann tíðin nakrantíð veruliga hevur verið fyri øll) og eri eg sannførdur um, at foreldur eiga at sleppa undan at hava eina ringa samvitsku yvir, at fara til arbeiðis ella at tey eisini hava frítíðaráhugamál.

Vinarliga

Jógvan Philbrow

Created: 23 August 2016