Minimal veitingar hugsanin má burtur

Alt ov ofta vera tænastur til okkara medmenniskju uppgjørd í krónum og oyrum, ein óhugnalig máti at roknað menniskja virði.


Hendan gongdin má steðgast, um vit skulu hava eitt virðiligt samfelag fyri øll! Eisini næstan og ikki bara næstan.

Vit eiga, í dagsins Føroyum, fleiri menniskju, í dagliga fáa veitt eina “tænastu”, ið verður væl og virðiliga rokna út í krónum og oyrum, og síðani verður spart – tí tey eru ov dýr.

Í fjør góðkendi løgtingið ST-sáttmálin um rættindi teirra ið bera brek, síðani er bara spart og framvegis ljóðar kjakið um hvørjar “tænastur” samfelagið eigur at veita. Nær fara vit at fáa eyguni upp fyri veruleikanum, at hesi menniskju ikki bara eiga at fáa eina “tænastu”, men hava RÆTTIN til eina virðiliga tilveru, ið samfelagið hevur bundið seg at virða teirra rættindi?

Flest, ið tørva serliga hjálp/stuðul, eru helst komin á onkran stovn, men flestu stovnar eru riknir undir somikið vánaligum fíggjarligum treytum at starvsfólk kenna seg bert før fyri at veita nakrar grundleggjandi uppgávur, reinføri, mat og svøvn. Stovnurin gerst meira og meira ein mekanisk tilvera hjá teimum búfólkunum, tí tíðin hjá starvsfólkunum strekkir ikki til – minstamark játtanir og sparingar í starvsfólkatímum ger at tað er nærum ógjørligt at røkja menniskja í menniskjanum. Tíð eigur eisini at vera til, at síggja og hoyra tey menniskju, ið búgva á stovnunum. Hesi menniskju hava eisini tørv á menniskjaligari samveru – tørv á at hava eitt lív har ið onnur viðurskifti enn bert tey “bráðneyðugu” vera tilgóðarsæð.

At síggja og hoyra eitt menniskja, merkir eisini at tú skalt, sum starvsfólk, kunna hava stundir at “reagera” uppá tað tú sært og hoyrir – og oftani krevst bert ein lítil viðurkenning av menniskjanum fyri at “bjarga” degnum og gera stóran mun í vanliga gerandisdagin.

Vit mugu nú burtur frá hesum “tænastu” hugsanina og fara at hugsað og veita menniskjanum í samfelagnum tey rættindi tey eiga – í kraft av at vera menniskju. Einki minni kann ein vænta av einum nútíðarsamfelagið.

Vit mugu nú staðfesta hvørji rættindi vit ætlað okkum at virða og fáa tey staðfest í einari nútímans lóggávu. Samstundis mugu stovnar fáa neyðugu fíggingina fyri at kunna halda ST-sáttmálan. Ella eru vit noydd allan vegin til mannarættindadómstólin í Haag áðrenn tey sum ráða gera nakað?

Jógvan Philbrow
Nevndarlimur, Føroya Pedagogfelag

Created: 09 April 2014

AcyMailing Module