Samfelagshjólini mugu mala

1. November 2010 kl. 23.11

 

Útlitini eru ikki góð, nú landsstýrið og Føroya Løgting halda, at tað er skilagott at fremja sparingar – løgið at teir skulu fáa slíkar tankar nú, tí fyri stuttari tíð síðan hildu teir, at skattalættar til tey hægst løntu var nakað ið samfelagið væl toldi, ja tað var samfelags gagnligt.

 

Føroyskur búskaparpolitikkur tykist at ganga út uppá, at vit í góðum tíðum gjara út við skattalættum og tiltøkum, ið bert fá fáa ágóðan av, meðan, tá ið verri tíðir eru, skulu tey veikastu spara ella kenna sviðan, almenni geirin verður sagdur at vera ov stórur. Eg spyrji, ov stórur í mun til hvat?

 

Úrslitið av hesum er, at í góðum tíðum setur landsstýrið tiltøk í verk, sum økja um ferðina í búskapinum (yvirupphita) og í verri tíðum sparir tað soleiðis, at tíðirnar gerast verri enn neyðugt. Tí hvat hendir, tá ið tað almenna trýstir so hart á bremsurnar? Keypiorkan í samfelagnum minkar skjótari enn neyðugt og ávirkar alt virksemi í landinum. Tí, fólk eiga ikki pening at keypa fyri, tað ber illa til hjá tí privatu vinnuni, at vinna pening, ein ónd ringrás byrjar, ið skapar verri treytir fyri privat, vinnuligt virksemi og sostatt færri inntøkur til landskassan.

 

Alt hetta førir samstundis við sær, at fleiri ung gera av at flyta av landinum, og verða vit tá færri og færri at bera byrðarnar í samfelagnum.

 

Hetta ber ikki til, tað almenna má halda stand og ikki virka fyri, at vit fáa eitt verri samfelag. Tað er tað almenna, ið kann og skal halda stand í ringum tíðum.

 

Fakfeløgini gera rætt, tá ið tey standa fast við útsøgnina:

"Vit krevja nakað og vit fáa nakað". Einki annað kann góðtakast.

 

Jógvan Philbrow

Created: 09 April 2014