Lyftir omaná lyftir omaná lyftir omaná l…

21-10-2017 Hits:41 Greinar Jógvan Philbrow - avatar Jógvan Philbrow

Samgongan hevur fleiri góð lyfti í samgonguskjalinum, men tey tykist bara verða heit luft og hvørvisjónir.

Read more

Røða hildin á Skarðinum, 21 august 2016

Góðu áhoyrarar

 

Tað er mær ein heiður at halda eina røðu fyri tykkum, her útið í tí frælsu náttúru.

 

Eg havi sett yvirskriftina á røðuni at vera “Fjølbroytnið styrkir framburð”.

Eg fari - sum “anden generations indvandrer” - í Føroyum at koma við nøkrum tankum um bygdargøtur og samfelagið. Eg kallið meg “annan generatións innvandrari" av tí einføldu orsøk, at bæði foreldrini hjá mær eru úr Onglandi; eg eri tó føddur og uppvaksin í Føroyum.

 

Útið í heiminum bróta stórar aldur - um tað ikki er nóg mikið við náttúruvanlukkum, so sum tzunami´um, jarðskjálvum ella menniskjansliga gjørdum veðurlagsbroytingm, so er ófriður og kríggj eisini við at venda upp og niður uppá viðurskiftini.

Ein avleiðing er flóttafólkastreymurin, ið hevur rakt heimin og sum vit, hesi seinastu árini nú eisini kenna avleiðingarnar av í norður Evropu. Tó ikki so nógv her heima annað enn tað vit síggja í miðlunum og tá vit skulu út at ferðast. Og tó so óttast vit.

 

Hetta samantvinna við einum vaksandi ójavna millum “tey sum hava” og “tey sum ikki hava” ger, at gróðrarbotnur verður lagdur fyri óttan. Ótti fyri tí fremmanda, tí nýggja ella tí meira ókenda. Men tað er alt langt burturi nú.

 

Nú vit standa á Skarðinum millum Fuglafjørð og Hellurnar, ein gomul bygdargøta, fór eg at minnast einaferð eg og ein vinmaður skuldu ein fjallatúr - tað var ein púra vanligur góðveðursdagur og var tað eisini eitt kent fjall fyri okkum. Tó fekk hesin vinmaður nógvar umbønir um at vera serliga varin, tí tað er vandamikið, at ganga uppá fjøll. Tað kann tað eisini vera, men hesin óttin stakk seg nokk serliga upp, tí viðkomandi sum ávaraði kendi ikki fjøll so væl og hevði nokk sjálvur eina hæddarræðslu. Hann kendi ikki veruligu umstøðurnar og tí var hann bangin. Vit kundu havt tikið óttan fyri tí ókenda til okkum og set okkum niður aftur og bert hugt niðan á topparnar, men tá hevði lívið verði tað fátækari.

Í dag er hesin vinmaðurin so ein av ídnastu fjallgongu fólkunum eg kenni.

 

Her uppi fáa vit møguleikan at síggja heimin úr einum øðrum sjónarhornið enn tað vanliga. Vit lyfta okkum eitt sindur upp og síggja - ikki alla - men, eina øðrvísi heild. Her uppi fáa vit eisini eygað á nakrar aðrar “detaljur” - eitt nú, er plantulívið eitt annað her, enn niðri millum húsini.

 

Í gerandisdegnum hava vit oftani skund, renna mestsum runt í meldrinum. Tá er skjótt at gloyma, at hyggja upp, hyggja rundan um seg. Og tað er oftani neyðugt, um samanhangur skal vera í lívinum og í samfelagnum.

 

Leiðin her, millum Hellurnar og Fuglafjørð, er í dag næstan óbrúkt, avloyst av asfalteraðum vegum, og annars talgildum infrakervi. Leiðin er vorðin eitt offur fyri framburðinum.

Nú er tað kanska langt ímillum, at vit ganga her og síggja teir møguleikar, ið eru rundan um okkum.

At liva í nú´inum og bygdagøtan er vorðin offur fyri framburðinum og í staðin mugu vit á skeið í mindfulness, yoga og annað fyri at onkuntíð minnast nú´ið.

 

Kanska vit ikki skulu fata bygdargøtuna sum offur, men við einum nýggjum endamálið. Einum endamálið har tað ikki snýr seg um at koma frá A til B, men heldur at vera í og uppliva løtuna millum A og B.

 

Men, aftur til “yvirskriftina - Fjølbroytni styrkir framburð.

 

Í dag liva flest okkara í einum ótta fyri tí ókenda, fyri broytingum og fyri fremmandum, men tað er kanska akkurát fleiri fremmand eygu, hendur og høvd okkum tørvar, at flyta samfelagið longur fram á leið og hjálpa okkum at síggja nýggjar møguleikar.

 

Eg vil vera við, at eingin av okkum hevði vilja verði hesum fyriuttan og tvíhildið um, at vit framvegis bert skulu halda okkum til tað gomlu farleiðina. Hoyrdi tó um ein Eysturoyar politikkara afturi í tíðini, tá vegirnir vóru í gerð, skuldi hava sagt “rógvi fram við landið”.

Og soleiðis er nokk eisini við øðrum broytingum í samfelagnum - ja, tað er møguleiki fyri, at vit missa nakrar upplivingar, við ikki bert at brúka hesa farleið millum bygdir, men vit hava so sanniliga eisini vunnið nógv.

 

Um vit framvegis bert høvdu gomlu farleiðirnar, um fjøll ella eftir havinum, millum bygd og bý, so hevði nokk lítil framburður verði. Kanska meira av náttúruni hevði verði órørt niðri í bygdini? Í 1918 búðu 624 fólk í Fuglafjarðar kommunu. Í dag, smá 100 ár seinni er tað beint undir 1500 fólk, í kommununi. Umframt tað, ber til hjá flest øllum í landinum at koma rímiliga ómakaleyst til kommununa, í skúla ella í arbeiðsørindum.

 

Fólkatalið í kommununi hevur staðið í stað í nøkur ár. Spurningurin er um vit eru á einum vegamóti - vit hava fjølbroytt vinnulív, mentanarlív og andslív í kommununi - spurningurin er, hvussu vit fáa eitt fjølbroyttari fólkalív.

 

Rúm má vera fyri okkum øllum og tey sum framvegis vilja brúka gomlu farleiðina vera ikki forða í hesum, sjálvt um aðrir møguleikar at ferðast, nú eru til.

 

Bygdargøtan er avloyst av skjótari farleiðum og merkir tað, í fleiri førum, at vit við bøttum sambandið missa sambandið við tey, ið eru rundan um okkum. Har vit kanska fyrr fóru á vitjan, eru vit í dag nøgd við einari “statusdagføring” á facebook. Og tó - samstundis gerast fleiri og fjølbroyttari vinarsambond møgulig.

 

Talgildi heimurin er ein av hesum skjótari farleiðunum, og hvør vildi í dag bíða í tímar, dagar ella vikur eftir at fáa nýggjastu tíðindi úr grannabygdini?

 

Men talgildi heimurin gevur okkum eisini eina vitan og fatan av, hvat hendir aðrastaðni og mugu vit fyrihalda okkum til nógv, ið vit áður eru sloppin undan.

Tíðindastreymurin kann eisini geva okkum eina skeiva mynd av hvat fyrigongst. Eitt nú kom eg fram á eina talvu um “terror” atsóknir í vestur Evropa. Talvan vísti at deyðligar atsóknir í dag, eru nógv færri enn hvat tær vóru í 70’unum og 80’unum, tá IRA og ETA felagsskapirnir gjørdu mest um seg. Tað er ikki tann myndin vit fáa á facebook, ella gjøgnum tíðindamiðlarnar.

 

Eg fari nú at enda við hesum hugleiðingum.

 

Vit liva á einum fjølbroyttum staðið og ynskja vit at fjálga um framtíðina, meini eg, at vit mugu taka av teimum møguleikunum, ið nútíðin bjóðar. Møguliga mugu vit “sleppa” onkrum, ella umdefinera okkurt? Sum heild hava broytingarnar ført nógv gott við sær. Eg haldi ikki at tað er neyðugt at ræðast ælabogans litir.

 

Eg vil so - frá hesari gomlu leiðini millum bygdirnar - heita á okkum øll um, at leita eftir møguleikum og at vit í felag gera okkara til, at vit rúma einum fjølbroyttum samfelagið.

Tí fjølbroytni skapar møguleikar fyri framburði.

 

Eg havi eina vón um at vit eisini kunnu taka væl móti øllum “indvandrarum”, eisini tá teir ikki líkjast mær.

Takk fyri

in Greinar
Created: 21 October 2017