Frítíðarskúlin í vanda

Sparingar hjá Tórshavnar kommunu raka frítíðarskúlabørnini meint. 


Námsfrøðingar eru ørkymlaðir, nú Tórshavnar býráð ætlar at fremja sparingar innan frítíðarskúlar. Sparingar, ið merkja at børnini fáa minni tíð frá teimum vaksnu, ið starvast har. 

3 milliónir skulu sparast, 1.5 milliónir í 2010 og aftur 1.5 í 2011. Hetta tí at tímatalið, ið frítíðarskúlarnir fáa játta pr. barn. skal lækkast. Normeringin/formilin í Tórshavnar kommunu var 3,72 tímar fyri hvørt einstaka barni um vikuna, hetta skal nú broytast til 2,88 tímar. 
Ætlaða avgerðin verður vard við, at børnini ganga fleiri tímar í skúla nú enn fyri 2 árum síðani. Hevði tað bara verið so einfalt. 

Starvsfólkið innan frítíðarskúlunum í Tórshavnar kommunu, hava roynt at víst á, at síðani tímatalið bleiv hækka, í skúlunum, eru børnini meira “strongd” í frítíðarskúlunum. Børnini eru verri fyri nú enn fyrr, troyttari og hava minni yvirskot, hetta merkir millum annað, at orkan til at loysa ósemjur er minni, orkan at fara í gongd við ymiskum sjálvi er minka, tolið er minni osfr.. Hetta merkir at tørvurin hjá børnunum, at hava vaksin rundan um seg, ið eru fyrireikaði og til tilreiðar, at taka sær av teimum, við øllum teimum ymisku dagligu avbjóðingunum, er hækkaður. “Lítli Pól” hevur brúk fyri, at ein vaksin persónur hevur stundir at seta seg hjá honum og práta við hann eina løtu. Eisini skulu vit minnast til, at børn við serligum tørvi eiga, at fáa pláss, í frítíðarskúlunum, hetta var ein broyting, ið var sett í verk, í 2006, ella stutt áðrenn tímatalvan hjá børnunum í skúlanum bleiv økt. 

Avleiðingarnar av hesari sparing eru ógvusligari enn býráði ger sær far um. Verður henda ætlan framd gongur tað fyrst og fremst út yvir børnini. Fleiri børn fara at hava trupulleikar, trupulleikar ið tey helst ikki høvdu havt, um bert vaksin fólk høvdu stundir at taka sær av teimum og teirra tørvi. At møta teimum har tey eru, móð og troytt av einum kravmiklum skúladegi. Børn í dag hava krav uppá at tey vaksnu, ið eru rundan um tey eru væl fyrireikaði til dagin. At vera væl fyrireikaður merkir at starvsfólk fáa stundir at brúka sína fakligu vitan, saman við vitanina um tað einstaka barni og síðani royna, at tillagað umstøðurnar, soleiðis at tað einstaka barnið fær mest møguligt burturúr. Námsfrøðingar hava hesa vitanina og mugu fáa stundir og loyvi, at brúka hana. Sparingin kemur at merkja hesi “spardu” børnini alt lívi. 

Ein onnur avleiðing er, at teir fáu námsfrøðingarnir ið eru á frítíðarskúlunum, ríma, tí tey fáa ikki eina brúkiliga inntøku og við, at fleiri námsfrøðingar ikki halda seg hava tíð, at útføra veruligt námsfrøðiligt arbeiði. 
At lønin fyri arbeiði innan barnaøki ikki er høg, tað vita vit, men hvussu skulu vit vænta at útbúgvið, sum óútbúgvið fólk skal kunna liva av einari inntøku millum 9.000 kr. og 13.000 kr. um mánaðin, áðrenn skatt. 

Væntar Tórshavnar býráð, at fakliga góðskan fer at vera tann sama við hesum sparingunum, mugu teir hugsa umaftur. Eitt er, at tað longu, sum nú er, ikki ber til at fáa eitt 40 tíma starv innan frítíðarskúlaøki, men við ætlaðu skerjingunum verður nokk trupult at finna meira enn eitt ½ tíðar starv. Og hvør kann liva av tí? 

Eisini vilja vit, í Føroyum, at fólk, ið hava nomið sær útbúgving í útlondum, koma heim aftur. Vit vita at um 400 føroyskir námsfrøðingar arbeiða í Danmark, ikki kunnu vit vænta, at námsfrøðingarnir tíma, at flyta heim til Føroya, tá ið tað ikki ber til at fáa fulltíðar starv, heldur skulu vit vænta, at fleiri ríma av landinum. 

Í síðsta enda er tað børnini tað gongur útyvir – námsfrøðingarnir hava møguleikan at velja frítíðarskúlan frá – tað hava børnini ikki. 

Jógvan Philbrow 
Nevndarlimur Føroya Pedagogfelag 

Created: 09 April 2014

AcyMailing Module