Neyðugt at fjálga um fólkaræði.

"Eg havi ikki skil fyri politikki, tí havi eg ikki áhugað í tí"... er ein útsøgn, sum ein oftað hoyrir.

Hetta er í roynd og veru ein heldur syrgilig útsøgn, tí politikkur er tað sum ávirkar tí gerandisdag og tína framtíð.

 

Men er tað løgið at fólk missa hugin at fylgja við og royna, at gera sína ávirkan galdandi? Nei, tað haldi eg ikki, tí hvat hendir á politiska pallinum?

 

Ein stórur partur av talutíðini hjá politikkaranum tykist at skula brúkast, til at niðurgera hvønn annan ella finna feilir hjá hvørjum øðrum, hetta bert fyri at varveita valdið. Var talan um eina fyritøku var hon langt síðani farin á heysin, um starvsfólkini vóru á sama hátt sum politikarin.

 

Politikararnir tykjast at hava gloymt, at teir eru valdir at stýra og byggja land - ikki fyri seg sjálvar, men fyri øll... Okkum øll!

 

Vit áttu at roynt, at stimbrað og stuðla áhugan hjá fólki at fylgja við og komið við okkara íkasti til, hvussu vit kunnu tryggja eit sunt og gott samfelag fyri øll.

 

Um handilsfyritøkur royndu at lýsa sína vørðu á sama hátt sum politikkarar, eitt nú "lýsa" fíggjarlógina, so hevði áhugin fyri teirra vørðum eisini verði hareftir.

 

Eg havi roynt at hugt gjøgnum fíggjarlógina. Fyri mær er hon bara "Business as usual”.

Created: 17 December 2014